Ongi úrslit

30 slovakiskir menn búgva í Føroyum – men ongar kvinnur

Føroyar og Slovakia bresta saman á Tórsvølli í kvøld. Men hvussu standa londini annars í mun til hvørt annað? Nøkur hagtøl vísa millum annað, at 30 menn úr Slovakia búgva í Føroyum, meðan eingin slovakisk kvinna er skrásett her.

Jonhard Hammer
2. oktober kl. 13:35

Føroyska manslandsliðið í fótbólti tekur í kvøld ímóti Slovakia á Tórsvølli í UEFA Nations League. Dysturin verður bríkslaður í gongd klokkan 19.45.

Í sambandi við dystin eru nøkur áhugaverd hagtøl um Føroyar og Slovakia savnað saman.

Tølini vísa millum annað, at 30 menn, sum eru føddir í Slovakia, búgva í Føroyum. Hinvegin er eingin kvinna, sum er fødd í Slovakia, skrásett sum búsitandi í Føroyum.

Handilin millum londini gongur eisini mest tann eina vegin.

Í fjør innfluttu Føroyar vørur úr Slovakia fyri nærum 50 milliónir krónur. Størsti parturin av innflutninginum var maskinur til landbúnað, sjónvørp og bind.

Hinvegin útfluttu Føroyar ongar vørur til Slovakia í fjør.

Hava ikki spælt móti hvørjum øðrum í 30 ár

Tað er eisini langt síðani, at føroyska manslandsliðið seinast møtti Slovakia.

Londini hittust tvær ferðir í HM-undankappingini í 1996. Fyrri dysturin varð spældur á Svangaskarði 31. august 1996, tá Slovakia vann 2-1. Seinni dysturin varð spældur í Slovakia 23. oktober sama ár, og tá vunnu slovakar 3-0.

Sostatt eru júst 30 ár liðin, síðani manslandsliðini bæði seinast hittust.

Føroyar hava fingið javnleik í báðum teimum fyrstu dystunum í hesi Nations League-kappingini – 1-1 móti Kasakstan á heimavølli og 1-1 móti Moldova á útivølli. Slovakia hevur hinvegin vunnið báðar sínar fyrstu dystir, 2-0 móti Moldova og 2-1 móti Kasakstan.

Í videobrotinum omanfyri ber til at síggja fleiri útvald hagtøl og samanbera Føroyar og Slovakia undan dystinum í kvøld.

https://www.facebook.com/reel/2658596077940106

Mest lisið hesa vikuna

Løgtingskvinna: Hetta er ein óhugnaligur tanki

5. oktober kl. 08:47

Løgreglan mátti fýra ferður eftir sama manni - hann fekk tvær bøtur

4. oktober kl. 12:09

Hesa ferð hevði svikarin ikki eydnuna við sær í Føroyum

4. oktober kl. 09:55

Nú skulu fólk ansa serliga væl eftir at tey ikki verða lumpað

5. oktober kl. 09:37

Hvussu veit Jenis, at Gud hevur sett Netanyahu?

7. oktober kl. 10:50

Tannlæknastova í hálva øld

4. oktober kl. 07:55