Ongi úrslit

402 hvalir merktir í grindini í Havn - hon verður býtt víða um

Áki Bertholdsen
28. mai kl. 09:04

Í gjár legði ein stór grind beinini í Havn. Kári Thorsteinsson, sýslumaður, sigur, at tilsaman eru 402 hvalir merktir og sostatt er talan um eina av teimum heilt stóru grindunum.

Hann sigur kortini, at nakrir av hvalunum, einir 12 kanska, eru vrak tí teir hava sár og teir verða so tiknir burtur frá aftur.

Sýslumaðurin sigur, at tilsamans er talan um eini 2.600 skinn, sum verða býtt. Tey verða býtt í drápspartar, sum eru einir 1.000 í tali. Fyribils hava tey talt 1.014 drápspartar, men nú skal talið eftirkannast fyri at at vita um nakar gongur aftur fleiri ferðir.

Umframt drápspartar verður grindin eisini býtt í heimapartar. Tórshavnar Býráð hevur boðað frá, at fólk í Tórshavnar kommunu, sum vilja hava grind, kunnu bara møta upp á Vestaru Bryggju, tá ið seðlarnir eru útkomnir, at fáa sær grind.

Enn er óvist nær seðlarnir koma út, men sýslumaðurin ætlar at tað skal verða nú fyrrapartin.

Hann sigur, at grindin er so mikið stór, at eisini onnur fáa grind. Vestmanna kommuna hevur spurt seg fyri og tey fáa eisini grind.

Sumbiar kommuna varð eisini áhugað, men tey máttu geva avboð aftur. Boðini haðani vóru, at tey sluppu ikki at føra grind við Smyrli tí tað dálkar so illa við blóði.

Kanska fara aðrar kommunur eisini at vísa áhuga og so fáa tær kanska eisini grind, tí endamálið er, at alt verður tikið upp, sigur sýslumaðurin.

Í Hvalvík løgdu tilsamans 132 springarar beinini og 150 springarar løgdu beinini á Skálafjørðinum. Sýslumaðurin sigur, at har eru tað kommunurnar sjálvar, sum taka sær av tí og tey gera sjálvi av, hvussu tað verður býtt.

Mest lisið hesa vikuna

Ein óvanliga óheppin dagur hjá Strandferðsluni

1. juli kl. 20:44

Brotsverkini í Føroyum gerast álvarsamari

1. juli kl. 13:27

Leita eftir kvinnu sum framdi grovan harðskap

21 tímar síðan

Paul Watson komin inn um 200 mílamarkið

28. juni kl. 12:49

Lótu tvær grindir fara í gjár - vilja ikki drepa bara fyri at drepa

1. juli kl. 10:03

Myndir: Voxbotn 2026

27. juni kl. 20:17