Ongi úrslit

50 ár sum deknur: Marius Jacobsen heiðraður í fullsettari kirkju

Í dag varð Marius Jacobsen heiðraður fyri 50 ára trúfasta tænastu sum deknur í Leirvíkar kirkju – og nærum full kirkja og umleið 140 fólk til døgurða vístu, hvussu stóran týdning hann hevur havt fyri bygdina.

© Suni Justinussen.
Edmund Jacobsen
25. mai kl. 11:48

Hátíðarhaldið varð hildið í sambandi við, at Marius Jacobsen hevur røkt deknatænastuna í hálva øld. Í kirkjuni helt presturin Gerhard røðu, har hann takkaði fyri trúfasta arbeiðið gjøgnum nógv ár. Kirkjuráðið handaði eisini Mariusi eina serstaka gávu – ein grindaknív – sum eisini sipar til hansara drúgvu tíð sum grindaformaður.

Kirkjan næstan líka full sum jólaaftan

Nógv fólk vóru komin saman at heiðra Marius. Kirkjan var nærum fullsett. Ikki so løgið, tí nógv hava kent ágóðan av hansara tænastu – bæði til gudstænastur, høgtíðir, vígslur og jarðarferðir.

Eftir kirkjugongdina varð bjóðað til døgurða í bygdarhúsinum, har røður vóru hildnar, og ein sangur, yrktur av Árna Jacobsen, varð 

framførdur. Umleið 140 fólk vóru við til samkomuna.

Fleiri ættarlið í Leirvík hava hoyrt eyðkenda tónalagið hjá Mariusi, tá hann hevur biðið “Faðir vár“ í kirkju, á møtum og í sunnudagsskúla. Tað verður lýst sum tekin um langa og støðuga tænastu í andaliga arbeiðnum.

Marius Jacobsen takkaði fyri heilsanirnar og segði, at hann gav Gudi æruna fyri árini sum deknur.

Mest lisið hesa vikuna

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

26. juni kl. 17:00

Skuldsettur fyri brot á 266 b

25. juni kl. 10:13

fluttu full fólk úr Steinatúni í gjár

26. juni kl. 09:14

Paul Watson komin inn um 200 mílamarkið

28. juni kl. 12:49

Myndir: Voxbotn 2026

27. juni kl. 20:17

Lótu tvær grindir fara í gjár - vilja ikki drepa bara fyri at drepa

15 tímar síðan