Granskingarráðið lýsir eftir umsóknum til FASDiNA-skránna. Tøka játtanin er í mesta lagi 8 mió. kr., og ætlanin er at stuðla upp til tveimum granskingarverkætlanum og seks styttri greiningarritum og/ella granskingarverkætlanum.
Geopolitiska støðan økir tørvin á vitan
Endamálið við FASDiNA er at skapa nýggja vitan um uttanríkisviðurskifti, trygd og verjupolitikk og at styrkja samstarvið millum Føroyar, Grønland og Danmark.
Sambært Granskingarráðnum hevur broytta geopolitiska støðan skapt átrokandi tørv á meiri vitan, dátum og granskingarførleikum. Millum evnini eru handil, sivil og hernaðarlig trygd, undirstøðukervi, veitingartrygd og mótstríðandi áhugamál.
Freistin er 13. november
Skráin skal eisini styrkja granskingarnetverk og førleikamenning, millum annað við ph.d.- og postdocverkætlanum.
Umsóknarfreistin er 13. november 2026 klokkan 12 føroyska tíð. Stuðulin til granskingarverkætlanir er treytaður av, at Fólkatingið samtykkir fíggjarlógina fyri 2027.