Umframt Fótbóltsdagar, Fótbóltsstevnur og Disney Playmakers, ið Fótbóltssamband Føroya hevur staðið fyri, hava fleiri feløg eisini skipað fyri fótbóltsskúlum í summar.
Í summarfrítíðini hava FC Suðuroy, 07 Vestur, B68, KÍ, NSÍ, TB og AB bjóðað børnum góðar fótbóltsupplivingar, har bæði fótbóltslig menning og gleðin við spælinum hava verið í miðdeplinum.
Og undirtøkan hevur verið sera góð. Næstan 500 børn luttóku í tiltøkunum hjá FSF, meðan 825 børn vóru á fótbóltsskúlunum hjá feløgunum.
FC Suðuroy legði fyri við ársins fyrsta fótbóltsskúla, sum var í Marghøllini í Vági síðst í mars, meðan AB skipaði fyri tí síðsta, sum var inni í Vika á Argjum 8. og 9. august.
Myndir frá øllum fótbóltsskúlunum síggjast H E R