Ongi úrslit

ABC- samgongan í gávuhýri, men hvar eru veruligu loysnirnar

Johan Carl Dam
2. juni kl. 07:35

Seinastu tíðina hava vit sæð tvey uppskot frá landsstýrinum: MVG-frítøku á bensin og diesel og leigustuðul. Felags fyri bæði uppskotini er, at tey geva eina kenslu av handling, men loysa ikki trupulleikarnar, sum Føroyar stríðast við.

At strika MVG á bensin og diesel í tríggjar mánaðir er ein dýr gáva til øll – eisini tey, sum hava størstu inntøkurnar og brúka mest brennievni. Tá stuðulin fer úr gildi, eru vit framvegis bundin at einum ótryggum oljumarknaði.

Somuleiðis er leigustuðul ein skeiv raðfesting í einum samfelagi við álvarsligum bústaðartroti. Tá ov fáir bústaðir eru tøkir, er vandin stórur fyri, at stuðulin endar í lummanum hjá útleigarum gjøgnum hægri leigur heldur enn hjá teimum, sum stríðast við at fáa endarnar at røkka saman.

Í staðin fyri at brúka almennar pengar upp á fyribils stuðulsskipanir eigur landsstýrið at taka rótina til trupulleikarnar í álvara. 

Hví verður ikki tosað um átøk móti bústaðarspekulatión? Hví verður ikki hugt at einum ognarskatti á triðja, fjórða og fimta bústað? Hví skal tað vera møguligt hjá fáum at savna saman fleiri bústaðir sum íløgur, meðan ung og vanligar familjur hava ilt við at sleppa inn á marknaðin? 

Føroyar hava tørv á fleiri bústøðum og málrættaðum hjálparskipanum til tey, sum hava størstan tørv – ikki fyribils gávum, sum hvørki loysa bústaðarkreppuna ella orkukreppuna. Politikkur eigur at snúgva seg um at loysa trupulleikar – ikki um at keypa sær popularitet við skattapengum

 

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

23. juni kl. 15:48

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

Í gjár kl. 16:00

Skuldsettur fyri brot á 266 b

25. juni kl. 09:13

Eldurin á Strondum var dreingjalótir - men teir søgdu sjálvir frá

21. juni kl. 09:32

Myndir: Summarsólstøður í Sandagerði

22. juni kl. 22:57

fluttu full fólk úr Steinatúni í gjár

Í gjár kl. 08:14