Ongi úrslit

Ætla at gera tað bíligari at búgva í Hvalba - eisini hjá barnafamiljum

Áki Bertholdsen
2 tímar síðan

Eisini í Hvalba er bygdaráðið farið undir at fyrireika seg til næsta ár og í tí sambandi var fyrsta uppskotið til fíggjarætlanina løgd fyri bygdaráðið í gjár.

Hetta fyrsta uppskotið er tað sama uppskotið sum í ár, har er bara lønarvøkstur og prísvøkstur lagdur afturat.

Nú skal bygdaráðið so undir at viðgera fíggjarlógina og at semjast um, hvørjar íløgur skulu gerast næsta ár.

Men tá ið Janus Thomsen, borgarstjóri, legði fíggjarætlanina fram, segði hann, at ætlanin er at gera tað bíligari at búgva í Hvalba næsta ár, eisini hjá barnafamiljum.

Tí er útgangsstøðið fyri fíggjarætlanini fyri næsta ár, at skattaprosentið skal lækka eitt hálvt prosent næsta ár, so at hann kemur niður á 18,95 prosent.

Samstundis er ætlanin at hækka barnafrádráttin 1.000 krónur so at hann verður 9.000 krónur næsta ár.

Upplýst varð á býráðsfundinum, at beint nú eru 139 børn í sóknini, so tað fer at kosta kommuni 139.000 krónur at hækka barnafrádráttin.

Tað kostar eisini kommunukassanum eina góða hálva millión at lækka skattaprosentið eitt hálvt prosent.

Men tey løgdu kortini eisini dent á, at hetta er ikki heilt endaligt tí tað veldst alt um, hvørjar íløgur bygdaráðið samtykkir at gera næsta ár, tí verða tær stórar, kann alt broytast.

Fyri nøkrum árum síðani varð skattaprosentið hækka eitt prosent í sambandi við at grótkastið á havnarlagnum fór rættiliga illa í eini ódn. Men síðani er skuld afturgoldin, so í seinastuni hava tey lækkað skattaprosentið aftur í smáum, men tað hevur verið uppi á 20 prosentum, og samstundis er barnafrádrátturin eisini hækkaður 3.000 - 4000 krónur hesi seinastu árini.

Verður ætlanin sett í verk næsta ár, er skattaprosentið í Hvalba undir miðal í landinum í ár, og barnafrádrátturin er yvir miðal.

Mest lisið hesa vikuna

Syrgilig vanlukka í Klaksvík: 14 ára gamal lat lív

18. sepember kl. 19:02

Todi Jónsson fluttur heim eftir 33 ár: Byrjar av nýggjum á Tvøroyri

21. sepember kl. 06:00

Veiðirættindi seld fyri 28 milliónir: Felag skal rinda 14 milliónir í skatti

19. sepember kl. 13:00

Løgtingsmaður vil hava at vita hví danskir hermenn hava føroyskt flagg á búnanum

22 tímar síðan

Føroyar mugu ikki elta Europa

22. sepember kl. 22:49

Leita eftir vitnum til innbrot har ein stór peningaupphædd er stolin

22. sepember kl. 10:07