Stig verður nú tikið til at stovna eitt felag, sum skal arbeiða fyri at bøta um korini hjá fólki við lungnasjúkum.
Í hesum sambandi verður kunnandi fundur mikukvøldið 23. september klokkan 19 í hølunum hjá MEGD á Íslandsvegi 10C í Tórshavn.
Endamálið við fundinum er at kanna, um nóg stórur áhugi er fyri at seta eitt lungnafelag á stovn.
– Vit vóna, at so mong sum gjørligt vilja koma til fundin, so vit kunnu taka støðu til, um grundarlag er fyri at seta eitt lungnafelag á stovn, sum kann arbeiða fyri at bøta um korini hjá teimum, sum hava lungnasjúkur, verður sagt í fráboðanini.
Felagið er ætlað bæði teimum, sum hava lungnasjúkur, og avvarðandi teirra.
Meira kunning um fundin er at finna á Facebook-vanganum hjá MEGD.
Friðrikur Blámar er millum stigtakararnar til fundin.