Ongi úrslit

Aftur á ólavsøku við Lions

Lions
3 tímar síðan

Aftur á ólavsøku við Lions

Aftur í ár hevur Lions Club Tórshavn listaframsýning í Müllers pakkhúsi í Havn á ólavsøku, har alskyns listafólk sýna fram síni listaverk í tilsamans fýra dagar – alt samalt til frama fyri vælgerðarendamál.

Hesa ferð letur árliga framsýningin upp seinnapartin mánadagin 27. juli og heldur fram alla ólavsøkuna til hósdagin 30. juli. Mánadagin er opið klokkan 16-20, ólavsøkuaftan og ólavsøkudag klokkan 14-20, og hósdagin er opið klokkan 16-20.

Sum vant er framsýningin opin fyri øllum, ið hava hug at sýna fram síni listaverk – ólærd, sjálvlærd, lærd og onnur. Longu nú kunnu áhugaðir framsýnarar melda síni listaverk til framsýningina, og freistin at melda til ólavsøkuframsýningina er týsdagin 21. juli.

Listaverkini skulu latast inn í Müllers pakkhúsi fríggjadagin 24. juli millum klokkan 18 og 20, og óseld listaverk skulu heintast har hósdagin 30. juli, millum klokkan 20 og 21.

Nærri kunning sæst á https://lions.fo/tn/ ella áhttps://www.facebook.com/lionstorshavn

Ágóðin av ólavsøkuframsýningini fer óskerdur til eitt vælgerandi endamál ella felagsskap. Hvør fær ágóðan í 2026, er ikki endaliga avgjørt enn, men verður kunngjørt á www.lions.fo og aðrastaðni.

Bæði ólærd, sjálvlærd, lærd og onnur listafolk kunnu longu nú melda síni listaverk til árligu ólavsøkuframsýningina hjá Lions Club Tórshavn, sum verður opin fyra dagar um ólavsøkuna

Mest lisið hesa vikuna

Ein óvanliga óheppin dagur hjá Strandferðsluni

1. juli kl. 20:44

Brotsverkini í Føroyum gerast álvarsamari

1. juli kl. 13:27

Paul Watson komin inn um 200 mílamarkið

28. juni kl. 12:49

Leita eftir kvinnu sum framdi grovan harðskap

14 tímar síðan

Lótu tvær grindir fara í gjár - vilja ikki drepa bara fyri at drepa

1. juli kl. 10:03

Myndir: Voxbotn 2026

27. juni kl. 20:17