Ongi úrslit

Aftursvar til samrøðu hjá KVF við Trygd um privata bilaútleigu

Magnus Madsen
4 tímar síðan

Vit gjørdust ikki sørt kløkkir, tá vit í útvarpstíðindunum í gjárkvøldi, hoyrdu skaðastjóran hjá Trygd umrøða útleigupallin hjá okkum.

Lat okkum sláa fast:

  1. RentLocal er ikki eitt bilaútleigufelag, men vit eiga og reka ein on-line pall til skipan av bilaútleigan millum eigarar og leigarar – bæði privat og fyritøkur er vælkomin á pallin.

  2. Tað er eitt minstakrav fyri skráseting av akfari á pallinum hjá RentLocal, at akfarstryggingin er víðkað at fevna um útleiguvirksemi.

Hóast vit gleðast um, at áhugin hjá tryggingartakarum hjá Trygd fyri at sleppa at leiga sín bil út, tykist so stórur, at Trygd má ávara ímóti hesum, so harmast vit um, at Trygd gerst síðsti snávingarsteinurin hjá vanliga føroyinginum at fáa lut í skjótast vaksandi vinnuni í Føroyum, ferðavinnuni.

Trygd kann jú bara velja at víðka akfarstryggingarnar hjá teimum av kundum sínum sum ynskja tað, at fevna um útleiguvirksemi.

Kanska Trygd ynskir at verja onkra bilaútleigufyritøku, sum keypir tryggingar frá felagnum, móti kappin

Í samband við at útleigupallurin hjá RentLocal varð mentur, varð samráðst við bæði føroysku tryggingarfeløgini um eina felags trygging fyri øll akfør á pallinum.

Hetta er framvegis okkara ynski.

Tá bæði feløgini bóru seg undan, vísandi til ein í teirra eygum ivasaman áhuga millum føroyingar fyri bilaútleigu, avgjørdu vit, hóast ein felags trygging ikki var uppá pláss, at gera pallin virknan, soleiðis at áhugaðir bilaeigarar sjálvir bóðu tryggingarfelagið um at víðka akfarstryggingina.

Vit notera okkum, at tað tykist sum um áhugin fyri bilaútleigan er stórur, og heita á bilaeigarar framhaldandi at biðja tryggingarfelagið um at hjálpa til við at ferðavinnan eisini gerst atkomilig fyri vanliga føroyingin.

Mest lisið hesa vikuna

Todi Jónsson fluttur heim eftir 33 ár: Byrjar av nýggjum á Tvøroyri

21. sepember kl. 06:00

Løgtingsmaður vil hava at vita hví danskir hermenn hava føroyskt flagg á búnanum

24. sepember kl. 11:51

Fýra fólk skuldsett fyri innbrot - upplýst er tey stjólu einar 160.000 krónur

13 tímar síðan

Føroyar mugu ikki elta Europa

22. sepember kl. 22:49

Leita eftir vitnum til innbrot har ein stór peningaupphædd er stolin

22. sepember kl. 10:07

Bústaðartreytirnar vóru avgerandi: Lesandi fekk ikki lestrarstuðul

22. sepember kl. 17:30