Tað skrivar Kringvarp Føroya.
Talan er um málið, sum byrjaði 25. september í 2024, tá løgreglan fann eina sera stóra nøgd av fýrverki í einum sethúsum í Vági.
Sambært Kringvarpi Føroya fann løgreglan tilsamans átta tons og 230 kilo av fýrverki í sambandi við eina húsarannsókn.
Húsarannsóknin varð gjørd, eftir at løgreglan hevði fingið eina fráboðan um fýrverkið.
Ein maður er síðani ákærdur fyri at hava havt fýrverkið.
Hann noktar seg tó sekan.
Málið verður viðgjørt í Føroya rætti mánadagin.