Ongi úrslit

Ákæruvaldið kært úrskurðin í Bakkafrostmálinum

Áki Bertholdsen
2 tímar síðan

Tann 3. november var niðurstøðan hjá Føroya Rætti, at málið móti Bakkafrost var fyrnt. Eftir niðurstøðuna hjá rættinum hevði ákæruvaldið 14 dagar at taka støðu til kæruspurningin. Í dag boðar ákæruvaldið frá, at tey hava avgjørt at kæra úrskurðin hjá Føroya Rætti til landsrættin.

Ákæra um brot á flutningskunngerðina
Í apríl 2026 ákærdi ákæruvaldið Bakkafrost fyri brot á flutningskunngerðina. Sambært ákæruvaldinum hevur Bakkafrost siglt millum aliøki uttan loyvi frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni.

Tað er landsrætturin, sum avger, nær málið verður viðgjørt, og hvørt tað verður viðgjørt á einum rættarfundi ella á skrivligum grundarlagi.

Mest lisið hesa vikuna

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

15. november kl. 04:55

Løgreglan lukkaði eitt skeinkistað í Havn í nátt og koyrdu øll á dyr

15. november kl. 09:12

Soleiðis fáa tey nógv betri kjøt úr hjallinum

15. november kl. 13:23

Ein viti er slóknaður: Minningarorð um Óla Eyðun Eliassen

Í gjár kl. 07:00

Fjúrtan heilsuhjálparar afturat klaktir á Heilsuskúlanum í Suðuroy

12. november kl. 16:10

Ein nuanserað viðmerking til eina nuanseraða samrøðu

14. november kl. 14:27