Ongi úrslit

Áki skrivaði føroyska søgu í Svøríki

Nú er stóri dreymurin at fáa landsliðsboð, sigur Áki D. Samuelsen úr Stockholm, har hann í dag og frammanfyri 40 túsund áskoðarum á svenska tjóðarvøllinum var við til at vinna svensku steypafinaluna

Jóannes Hansen
14. mai kl. 19:50

22 ára gamli fyrrverandi HB spælarin Áki D. Samuelsen var í dag fyrsti føroyingur yvirhøvur at vinna steypafinaluna í svenskum fótbólti. Við bæði pápanum Eyðuni Samuelsen og landsliðsvenjaranum Eyðuni Klakstein millum teir 40 túsund áskoðararnar á svenska tjóðarvøllinum í Solna uttanfyri Stockholm var hann á liðnum hjá Mjällby, sum vann steypafinaluna ímóti Hammarby. Hetta er fyrsta ferðin yvirhøvur, at Mjällby vinnur steypakappingina, og talan er av álvara um lið á aldukambinum, tí í heyst vann Mjällby fyri fyrstu ferð meistaraheitið.

Áki D. Samuelsen var ikki millum teir fyrstu ellivu, men miðskeiðis í seinna hálvleiki varð hann skiftur inn. Lítla løtu seinni sá hann gula kortið, og fram ímóti dystarenda hevði hann góða roynd, sum mótstøðuverjan bjargaði á málstrikuni.

-Hetta var øgiliga stórt. Tá ið tú situr á beinkinum, so vónar tú alla tíðina, at venjarin fer  at taka avgerð um at skifta teg inn. Tað var fjáltur á, men góða undirtøkan millum áskoðararnar bar við sær, eg eisini eg var rivin við. Kanska var eg ov spentur fyrstu løtuna, men tað var skjótt, at eg fótaði mær, og so var tað fantastiskt at vera við til at vinna, greiðir Áki D. Samuelsen frá úr Stockholm.

Fegnir feðgar á svenska tjóðarvøllinum í dag

Hetta man kennast stórt hjá tær?

-Nú havi eg verið í felagnum síðani á nýggjárinum, og hetta er tað størsta higartil hjá mær, og hetta kennist stórt á míni fótbóltsleið. Eg havi verið við til at vinna FM við HB, og tað er stórt, men hetta er heilt nakað annað.

Og hvat verður næsta málið?

-Tað er at fáa landsliðsboð. Fyri meg kann einki vera størri enn tað, sigur Áki D. Samuelsen, sum fegnast, tá ið vit siga honum, at Eyðun Klakstein landsliðsvenjari var millum áskoðararnar á tjóðarleikvøllinum Strawberry Arena (fyrr Friends Arena) í Solna uttanfyri Stockholm í dag.

Áki D. Samuelsen hevur spælt 21 U-21 landsdystir, og seinastu tíðina hevur hann verið liðformaður á U-21 landsliðnum, har hann hevur skorað tvey mál.

A-landsliðið fer fyrst í juni at spæla í Baltic Cup. Fyrri dysturin verður 6. juni móti Estlandi í Pärnu í Estlandi.

Í kvøld vera teir í Mjällby hópinum í Stockholm, har teir nú fara at eta døgurða saman. Í morgin fara teir aftur til Mjällby. Um tað verður skipað fyri almennari móttøku, veit Áki D. Samuelsen ikki at siga í kvøld.

Næsti landskappingardysturin hjá Mjällby verður longu sunnudagin, tá ið Häcken kemur á vitjan.

Mest lisið hesa vikuna

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

26. juni kl. 17:00

Skuldsettur fyri brot á 266 b

25. juni kl. 10:13

fluttu full fólk úr Steinatúni í gjár

26. juni kl. 09:14

Paul Watson komin inn um 200 mílamarkið

28. juni kl. 12:49

Myndir: Voxbotn 2026

27. juni kl. 20:17

Lótu tvær grindir fara í gjár - vilja ikki drepa bara fyri at drepa

13 tímar síðan