Ongi úrslit

Akutta tilbúgvingin verður styrkt

homr.fo
3. oktober kl. 13:00

Í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2027 verður ein góð millión kr. sett av til at styrkja barnsburðarøkið og narkosuøkið á Landssjúkrahúsinum. 

Raðfestingin skal økja serlæknorkuna og styrkja støðufestið í vaktarviðurskiftunum. Hetta hevur týdning á einum øki, har bráðstøður kunnu taka seg upp, eitt nú í sambandi við føðingar og keisaraskurðir. 

 Landssjúkrahúsið hevur víst á, at økið er tunt mannað við serlæknum, og at vaktarbyrðan tí kann vera stór. Fleiri serlæknatímar kunnu minka um vaktarbyrðuna og geva betri framhald í arbeiðinum á økinum. 

Raðfestingin verður sett í verk í 2027.

Mest lisið hesa vikuna

Løgtingskvinna: Hetta er ein óhugnaligur tanki

5. oktober kl. 08:47

Løgreglan mátti fýra ferður eftir sama manni - hann fekk tvær bøtur

4. oktober kl. 12:09

Hesa ferð hevði svikarin ikki eydnuna við sær í Føroyum

4. oktober kl. 09:55

Nú skulu fólk ansa serliga væl eftir at tey ikki verða lumpað

5. oktober kl. 09:37

Hvussu veit Jenis, at Gud hevur sett Netanyahu?

7. oktober kl. 10:50

Tannlæknastova í hálva øld

4. oktober kl. 07:55