Ongi úrslit

Alda Mohr Eyðunardóttir fekk Virðisløn til ungt listafólk

Á heiðurstiltaki í Hátúni í Tórshavnar Musikkskúla í kvøld handaði Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, Aldu Mohr Eyðunardóttir Virðisløn til ungt listafólk.

Dimma.fo
Í gjár kl. 19:42

Unga kvinnan hevur seinastu árini rættiliga gjørt vart við seg sum listakvinna, og hon er ein av teimum fáu at koma gjøgnum nálareygað til kongaliga danska listaháskúlan, har hon nú nemur sær masterútbúgving.

Í grundgevingini stóð millum annað soleiðis:

Alda Mohr Eyðunardóttir er hugtikin av handarbeiði og brúkar tað á ymiskan hátt í sínari list, bæði við at tilevna tekstilverk við hond og at endurgeva tekstil í øðrum miðlum. Tilfarið í listini hevur tilsipingar til føroyska mentan og handverk, millum teirra at veva, til fiskireiðskap og seyðaull. Hon er partur av einum ættarliði, har tilgongdin til handverkið er øðrvísi, og sambært ungu listakvinnuni er hetta eisini ein fyrimunur, tí verkini kunnu kennast meira erlig og beinleiðis. 

Fyri serstakliga góðu listagávurnar fær Alda Mohr Eyðunardóttir Virðisløn til ungt listafólk 2022.

Virðisløn til ungt listafólk er 50.000 kr., og hon verður latin ungum, sum hevur víst serliga góðar gávur og fyri at eggja til framhaldandi virksemi og menning.

Les alla grundgevingina HER


Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

8 tímar síðan

Smyril bjargaði manni úr bjargingarbáti eystanfyri Sandoynna

17. juni kl. 17:15

Svenskari handtikin í Føroyum fyri álvarslig lógarbrot í Svøríki

19. juni kl. 07:43

Ferðamynstrið er so nógv broytt

19. juni kl. 19:35

Valsvik staðfest í Runavík

20. juni kl. 16:04

Eldurin á Strondum var dreingjalótir - men teir søgdu sjálvir frá

21. juni kl. 09:32