Ongi úrslit

Allir favorittarnir vunnu teprar sigrar

Tað reið um snarið í fýra dystum, meðan tann fimti varð útsettur til týskvøldið

Jóannes Hansen
25. mai kl. 21:35

2026 er øðrvísi enn nógvu tey undanfarnu kappingarárini. Burtursæð frá 10. umfari, tá ið 27 mál vórðu skorað, so hava hini umførini verið rættiliga málfátøk. Og aftur í dag var tað langt millum málini. Í teimum fýra dystunum, sum vórðu spældir, vórðu átta mál skorað.

Síðsti dysturin í hesum umfarinum verður spældur í annaðkvøld. Skráin segði, at B68 og HB skuldu spæla klokkan 17.15 í dag, men dómarin Leivur Zachariassen metti, at líkindini vóru ikki nóg at spæla fótbólt á Svangaskarði, og so varð dysturin útsettur. Hann verður týskvøldið klokkan 18.30.

Ikki so langt undan dystarbyrjan gránaði tað, og vindurin vaks, og ikki so nógv seinni klárnaði tað aftur, men lotið var framvegis frískt. Forsøgnin sigur, at tað vera 8 metrar um sekundi av vestri í annaðkvøld, og at tað verður turt, og sólin fer at skína á Toftum.

Felags fyri teir fýra dystirnar í dag var, at talan var um fýra favorittar. Tað er eisini felags, at allir favorittarnir vunnu, og at talan var um teprar sigrar.

Í øllum fýra førunum var favorittliðið greitt omaná í fyrra hálvleiki. Í Klaksvík var KÍ frammanfyri 2-0 ímóti AB eftir fyrra umfar, í Gøtu var Víkingur frammanfyri 2-0 ímóti Skála eftir fyrra umfar, og við Margáir, har NSÍ var gestur hjá EB/Streymi, var NSÍ tað málleyst eftir fyrra hálvleik, og í Gundadali, har 07 Vestur var gestur hjá B36, skoraði heimaliðið einasta málið lítla løtu undan steðginum.

Í Klaksvík minkaði AB um munin til 2-1 við brotssparki, og har reið tað síðstu løtuna um snarið, tá ið KÍ var undirmannað.

Í Sarpugerði minkaði Skála um munin, og eisini har reið tað síðstu løtuna um snarið.

Landsliðsspælarin Petur Knudsen skoraði NSÍ málið við stútara eftir horna. NSÍ er topplið eftir 11 umfør.

Tobias Hansen var fyri fyrstu ferð í ár millum teir fyrstu ellivu hjá B36, og tað var hann, sum lítla løtu undan steðginum var púra leysur, tá ið hann við høvdinum skoraði sigursmálið. Tað kostaði dýrt hjá 07 Vestur, at verjuspælið í hesi støðuni var so lítið sannførandi.

Eftir 11 umfør eru B36 og KÍ framvegis ósigrað, og NSÍ er topplið.

Avrikini og spenningurin í dag vístu, at kappingin í ár er væl meiri spennandi, enn hon hevur verið nógvu tey undanfarnu árini.

Nú landsliðið er úttikið og fer at fyrireika seg at vera við í Baltic Cup, verður 12. umfar longu fríggjakvøldið og leygardagin.

Fríggjakvøldið hittast HB og Víkingur og Skála og 07 Vestur.

Norðoyastevnudysturin leygarkvøldið verður millum KÍ og EB/Streym, og leygardagin hittast eisini AB og NSÍ og B68 og B36.

 

KÍ – AB 2-1 (2-0)

1-0: Deni Pavlovic 34.

2-0: Jákup B. Andreasen 42.

2-1: Bjarki C. Nielsen br 80.

Dómari: Jákup Øssursson Mohr

 

 

Víkingur – Skála 2-1 (2-0)

1-0: Aron Benjaminsen 14.

2-0: Arnbjørn Svensson 22.

2-1: Simon Jørgensen 74.

Dómari: Eiler Rasmussen

 

B68 – HB útsettur til týskvøldið

 

EB/Streymur – NSÍ 0-1 (0-0)

0-1: Petur Knudsen 55.

Dómari: Høgni Madsen

 

B36 – 07 Vestur 1-0 (1-0)

1-0: Tobias Hansen 44.

Dómari: Heini Ziska Viðoy

 

NSÍ

11

8

2

1

21

10

26

B36

11

7

4

0

21

6

25

11

6

5

0

23

7

23

Víkingur

11

4

5

2

14

9

17

HB

10

3

2

5

15

18

11

AB

11

3

2

6

14

18

11

B68

10

3

2

5

13

25

11

EB/Streymur

11

2

3

6

10

17

9

Skála

11

1

4

6

9

14

7

07 Vestur

11

2

1

8

5

21

7

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

23. juni kl. 15:48

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

Í gjár kl. 16:00

Skuldsettur fyri brot á 266 b

25. juni kl. 09:13

Eldurin á Strondum var dreingjalótir - men teir søgdu sjálvir frá

21. juni kl. 09:32

Myndir: Summarsólstøður í Sandagerði

22. juni kl. 22:57

fluttu full fólk úr Steinatúni í gjár

Í gjár kl. 08:14