Í dag er nýskipanarnevndin komin við sínum fyrstu tilmælum. Talan er um at leggja øll tey almennu tunnilsfeløgini í eitt felag, at niðurleggja 10. flokk, og so kemur mann enn einaferð við tilmæli um at landsstýrið bert skal hava seks aðalráð.
Eg rokni við, at fleiri onnur við mær, sum hava bíðað spent eftir tilmælini, sita við einari lutfalsliga tómari kenslu í dag.
Yvirskipað má mann nokk staðfesta beinan vegin, at hetta eru ikki nýskipanir. Hetta eru afturvendandi politisk átøk, ið hava verið nevnd fyrr og sum í sjálvum sær kunnu vera skilagóð.
Men hetta má ikki blandast við hugtakið “Nýskipan”, sum er ein grundleggjandi broyting ella endurskoðan av einari skipan, lóggávu ella arbeiðshátti, fyri at gera hana betri, meira tíðarhóskandi ella meira virkisføra.
Um vit meta tilmælini útfrá hvussu tey ávirka haldførið á fíggjarlógini, er skjótt at síggja, at hetta ikki fer at bøta um tær bygnaðarligu avbjóðingarnar, ið vit hava.
Tískil kunnu vit staðfesta beinan vegin, at hetta er ein sera varlig byrjan. Politiskt mugu vit miða nógv hægri enn hetta, tí nýskipanir eiga at muna fyri borgaran. Endamálið við nýskipanum er at fáa meira fyri minni, gera tingini meira skynsamt og ikki brúka pengar uppá ting, sum ikki eru neyðug ella enntá hava neiliga ávirkan á samfelagið og búskapin.
Hóast hetta kunnu hesi átøkini einsæris vera skilagóð fyri tað. At niðurleggja 10. flokk kann vera ein gongd leið, men um mann hugsar um, at hetta kann spara tí almenna 15 milliónir, samstundis sum samgongan longu hevur sett 20 milliónir av til leigustuðul og 50 milliónir av til at hækkað markið fyri mótrokning av pensjónum, so gevur hetta lítla meining sett upp móti heildini.
At leggja tunnilsfeløgini saman í eitt felag kann vera skilagott og tað hevur Framsókn eisini fleiri ferðir víst á. Men mann kann freistast til at halda, at uppskotið hevur sum endamál, at fyrireika eitt tunnilsfelag við fleiri inntøkumøguleikum kring landið, fyri at gera tað lættari at fíggja Suðuroyartunnilin.
Eg haldi at talið á aðalráðum eigur at vera meira støðug og at teirra arbeiðsføri ikki altíð skal bera kostnaðin av politiskum telvingum. Men eg eri ikki sannførdur um, at vit eiga at avmarka okkum til 6 aðalráð. Tað er trupult at spáa um framtíðina og tað fyrsta, ið kemur mær til hugs er, at tað fer at skapa trupulleikar, tann dagin ið vit yvirtaka rættarøkið, bert fyri at taka eitt dømi.
At nýskipanarnevndin kennir seg noydda at endurtaka tilmæli um 6 aðalráð, sigur nokk meira um politisku stýringina enn nakað annað. Seinast tilmælini vóru fylgd, og aðalráðini fóru niður í 6, skapti tað politiskt órógv. Aðalráðini vóru óarbeiðsfør í fleiri mánaðir. Sparingarnar vóru lítlar og ongar og nýggja samgongan fór upp aftur á 7 aðalráð, so skjótt hon kom framat. Hetta seinasta var enntá góðtikið og blástemplað av fyrrverandi formanninum í nýskipanarnevndini, og sitandi landsstýrismanninum í fíggjarmálum, sum tá var løgmaður, og framdi broytingarnarnar.
Eitt stað at byrja, men tað skal meira til. Nú má politiska skipanin til verka.
Allur bati bøtir, men lítið er um tann, ið einki ætlar Allur bati bøtir, men lítið er um tann, ið einki ætlar
bjarni Kárason Peteren
3 tímar síðan
Mest lisið hesa vikuna
Her eru tey sløgini av heilsuskaðiligum mjøli sum er selt í Føroyum
20. november kl. 12:43
SÍ MYNDIR: Ógvusligur eldur herjaði hjá MEST á Skála
18. november kl. 21:28
Video: Ógvusligur eldur á Skála Skipasmiðju
18. november kl. 19:12
Eldur á Skála: Øll tilbúgvingin send á skipasmiðjuna
18. november kl. 18:10
Høvdu úr at gera við at skifta perur í Suðuroy
20. november kl. 07:45
Meldaðu mann fyri at skjóta ólógliga - men tað gjørdi hann ikki
Í gjár kl. 08:14