Ongi úrslit

Almenn áheitan frá FNU: Steðga sølu av skøru

Føroya Náttúru og Umhvørvisverndarfelag
8 tímar síðan

Aftur í summar hava felagsskapir, kommunur og einstaklingar lagt nógva orku í at basa innræsnu skøruni, sum breiðir seg við miklari ferð og kann gera stóran skaða á okkara náttúru.

Hetta er eitt tungt og drúgt arbeiði, og tá skøran fyrst hevur fest røtur, er hon tíverri sera trupul at sleppa av við.

Tí er tað sera óheppið, at skøran enn í ár er til sølu í føroyskum handlum.

Vit kunnu ikki øðrumegin brúka tíð, pengar og arbeiðsmegi upp á at basa eini innræsnari plantu - og hinumegin loyva, at sama planta framvegis verður innflutt og seld.

Við okkara viðkvomu náttúru eiga vit at hava greiðar reglur fyri, hvørjar plantur kunnu innflytast til Føroya. Og skøran eigur at vera millum tær fyrstu, sum verða steðgaðar.

Tí heita vit á landsstýriskvinnuna í náttúrumálum, Eyðdis Hartmann Niclasen, um at seta í verk kunngerð eftir náttúruverndarlógini um innræsnar plantur og steðga innflutninginum av skøruni.


Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag

Mest lisið hesa vikuna

Álvarsom hending í Fuglafirði

11. august kl. 21:36

Nógvur ófriður í nátt - løgreglan hevur havt fleiri í brummuni

8. august kl. 08:24

13 ára gamal koyrdi brandólógligt prutl - í Kvívík eru tey bæði hálvdeyv og fáa ikki sovið

8 tímar síðan

Hann sigur kortanei við Fólkaflokkin

12. august kl. 13:20

Her er best at síggja sólarmyrkingina

11. august kl. 16:06

67 ára gamli musikkhandilin, Simme Musikkhús í vanda fyri at lata aftur!

8. august kl. 12:03