Ongi úrslit

Almenn starvsfólk skulu sleppa at arbeiða meiri heimanífrá

Áki Bertholdsen
59 minuttir síðan

Tey sum arbeiða í almennu fyrisitingini, eiga at sleppa at arbeiða meiri heimanífrá.

Tað heldur Súsanna Bertholdsen, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin. Og nú hevur hon spurt partamannin í landsstýrinum, Aksel V. Johannesen, landsstýrismann í fíggjarmálum, um hetta er nakað, hann ætlar at gera nakað við.

– Hjá fólki, sum búgva langt frá arbeiðsstaðnum, ella eru bundin at sjóvegis sambandi, kann daglig ferðing vera ein forðing fyri at søkja eitt starv í almennu fyrisitingini, sigur løgtingskvinnan.

Hon sipar eisini til samgonguskjalið ímillum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin tí har verður dentur lagdur á, at tað skulu vera javnbjóðis menningarmøguleikar um alt landið, og dentur verður eisini lagdur á, at almenni arbeiðsmarknaðurin skal vera smidligur.

Í valstríðnum var tað eisini eitt evni, hvussu talgildu møguleikarnir kunnu brúkast til at knýta Føroyar tættari saman og geva fólki betri møguleikar at arbeiða og búgva kring alt landið.

Ein ítøkiligur háttur er at lata starvsfólk í almennu fyrisiting kunnu røkja ein part av arbeiðinum heimanífrá, sigur hon.

Tað kann lætta um gerandisdagin hjá starvsfólkum og tað kann eisini geva almennum stovnum eitt størri úrval av skikkaðum starvsfólkum, sigur Súsanna Bertholdsen.

Hon sigur eisini, at samstundis kann tað almenna ganga á odda í at brúka talgildu møguleikarnar til at knýta landið tættari saman.

Eitt nú kann tað standa í starvslýsingum at partur av arbeiðinum kann røkjast aðrastaðni enn á sjálvum arbeiðsplássinum.

– Tað hevði kanska havt við sær, at skikkaðir umsøkjarar ikki aftra seg frá at søkja størv, sigur hon.

Mest lisið hesa vikuna

Her eru tey sløgini av heilsuskaðiligum mjøli sum er selt í Føroyum

20. november kl. 12:43

Arbeiðshóhapp: Datt tríggjar metrar niður av einum byggipalli

17. november kl. 07:38

SÍ MYNDIR: Ógvusligur eldur herjaði hjá MEST á Skála

18. november kl. 21:28

Løgmaður er ónøgdur: Hann vil tryggja sær at hetta ikki hendur aftur

17. november kl. 09:28

Video: Ógvusligur eldur á Skála Skipasmiðju

18. november kl. 19:12

Eldur á Skála: Øll tilbúgvingin send á skipasmiðjuna

18. november kl. 18:10