Ongi úrslit

Almennu íløgurnar minkaðu í fjør

Áki Bertholdsen
2 tímar síðan

Sum vit skrivaðu í gjár vóru almennu útreiðslurnar slakar 15,1 milliard krónur í fjør. Tað eru 86,4 milliónir, ella 0,6 prosent meiri enn í 2024.

Hinvegin vóru inntøkurnar vóru 15,5 milliardir krónur og sostatt hevði tað almenna eitt yvirskot upp á slakar 400 milliónir krónur í fjør.

Men Hagstovan sigur, at orsøkin til at útreiðslurnar veksa so lítið, er í høvuðsheitum tann, at bæði land og kommunur gjørdu minni íløgur í fjør.

Tað almenna eru bæði landið, kommunurnar, danskir ríkisstovnar í Føroyum, umframt Als, Samhaldsfasti, og aðrir sosialar grunnar.

Hagstovan sigur, at treiðslurnar hjá bæði landi og kommunum minkaðu eitt vet, men útreiðslurnar hjá ríkisstovnunum, og sosialu grunnunum vuksu.

Í fjør gjørdi tað almenna íløgur fyri 1,6 milliardir og tað eru 23,3 prosent minni enn í 2024. Íløgurnar hjá landinum eru minkaðar tvey ár á rað, ímeðan hetta er fyrstu ferð síðani 2021 at íløgurnar hjá kommununum minka.

Í fjór vóru lommunalu íløgurnar í ítróttaranlegg bara helvtina av tí tær vóru í 2024 og tað er tí at fleiri stórar verkætlanir stóðu lidnar í 2025, eitt nú stórhøllin við Tjarnir, svimjihøllin í Runavík og tað varð eisini liðugt at byggja svimjihøllina í Havn, út.

Eisini íløgurnar í vegir eru minkaðar, síðan Havnavegurin var liðugur í fjør. Harafturímóti vuksu íløgurnar í dagstovnar góðar 68 milliónir.

Eisini íløgurnar hjá landinum minkaðu í fjør. Íløgur í tunlar og vegir minkaðu eina helvt, av tí at tunlarnir Norður um Fjall blivu lidnir í 2024, og Fámjinstunnilin bleiv liðugur í juni í fjør.

Útreiðslurnar til at byggja sjúkrahús út, vóru eisini nakað minni í fjør enn undanfarin ár. Harafturímóti vóru størri íløgur gjørdar í Fróðskaparsetrið.

Mest lisið hesa vikuna

Løgtingskvinna: Hetta er ein óhugnaligur tanki

5. oktober kl. 08:47

Løgreglan mátti fýra ferður eftir sama manni - hann fekk tvær bøtur

4. oktober kl. 12:09

Hesa ferð hevði svikarin ikki eydnuna við sær í Føroyum

4. oktober kl. 09:55

Nú skulu fólk ansa serliga væl eftir at tey ikki verða lumpað

5. oktober kl. 09:37

Hvussu veit Jenis, at Gud hevur sett Netanyahu?

7. oktober kl. 10:50

Ræðuleiki í stýrhúsinum: Flogskipari stungin, meðan flogfarið fall 5.200 metrar

2. oktober kl. 19:27