Nú í nakrar vikur hevur tað verið gerandiskostur hjá løgregluni at fara eftir útlendskum ferðaleiðarum, sum koma til Føroyar við ferðafólkum, men uttan at hava arbeiðsloyvi í Føroyum.
Løgreglan hevði fingið at vita, at eitt ferðalag skuldi koma til Føroyar og í gjár og tey stóðu á flogvøllinum fyri teimum, tá ið tey komu.
Men har vísti tað seg, at alt var eftir forskriftunum, tí hóast talan var um útlendskt ferðalag, er ferðin fyriskipað ígjøgnum eitt felag í Føroyum og tey høvdu ferðaleiðari, sum búði her.
Í dag skuldi eitt annað ferðalag koma hendavegin við útlendskum ferðaleiðara. Men í hesum føri vóru viðurskiftini ikki í lagi.
Men løgreglan sigur, at síðani tey fingu tað at vita, hava tey útvegað sær bæði føroyskan bilførara og føroyskan ferðaleiðara, so eisini tað varð avgreitt eftir bókini.
Tey søgdu, at tey vistu ikki betur enn at alt var ílagi, men nú skuldu tey so fara í samskifti við útlendingastovuna fyri at fáa øll viðurskifti í rætt lag til eina aðru ferð.
Løgreglan sigur, at tey gera nógv burtur úr at kunna útlendskar ferðasmiðir um, hvørjar treytirnar eru, so tey vóna, at hetta fer at avhæsa, sum summarið líður.