Ongi úrslit

Altjóða gestir fyltu róðrarneystið: Yvir 60 savnaðust í Klaksvík

Yvir 60 altjóða verkætlanarleiðarar og umboð vóru savnað í nýggja róðrarneystinum í Klaksvík, tá kommunan skipaði fyri samkomu.

© Klaksvíkar kommuna.
Nýggja róðrarneystið hjá Klaksvíkar Róðrarfelag verður nú brúkt til nógv annað enn kappróður.
Edmund Jacobsen
2 tímar síðan

Nýggja róðrarneystið hjá Klaksvíkar Róðrarfelag verður nú brúkt til nógv annað enn kappróður. Týsdagin vóru yvir 60 altjóða gestir savnaðir har, tá Klaksvíkar kommuna skipaði fyri samkomu fyri luttakarum í Northern Periphery and Arctic Programme og NORA.

Frá kappróðri til altjóða samkomur

Gestirnir vóru verkætlanarleiðarar og umboð fyri verkætlanir, sum hava fingið stuðul gjøgnum skipanirnar. Tey eru í Klaksvík hesa vikuna, har tey luttaka á fundum og skeiðum.

Róðrarneystið er sostatt vorðið eitt virkið savningarstað mitt í Klaksvík. Býráðið nýtir javnan hølini til fundir, móttøkur og almennar samkomur, eisini tá útlendskir gestir vitja býin.

Listaverk vekur ans

Neystið hevur eisini vakt ans hjá ferðafólki og áhugabólkum. Eitt eyðkenni er listaverkið hjá Edvard Fuglø, har kappróðrarbáturin Fípan Fagra er tikin sundur og hongdur upp á veggin sum listaverk.

Mest lisið hesa vikuna

Hví sigur Landsbankin ikki alla søguna?

15. sepember kl. 12:09

Máttu í fjøllini at bjarga útlendskum ferðamanni oman á slætt

12. sepember kl. 09:10

Danmark fyrireikar kirkjuna til stórkríggj: Kann fáa upp í 20 fallnar hermenn um dagin

13. sepember kl. 15:00

Løgreglan vil tosa við bilførara sum elvdi til óhapp

14. sepember kl. 09:44

Fyrsta fjarstýrda skurðviðgerð av sjúklingi í Føroyum framd

Í gjár kl. 13:11

Fýra mans fingu bót - ein fyri at rætta løgregluni longutong

13. sepember kl. 09:12