Klokkan hálvgum átta í gjáramorgunin hendi eitt ferðsluóhapp av tí meiri óvanliga slagnum.
Løgreglan sigur, at ein bilur kom koyrandi suðureftir og møtti einum einum bili, sum kom norðureftir.
Men bilurin, sum kom norðureftir kom heilt yvir í vinstru síðu. So fyri at sleppa undan at tað brast, mátti bilurin, sum kom suðureftir, snarað heilt yvir í sína vinstru síðu, so at í roynd og veru skftu teir um vegbreyt.
Men tað endaði við, at bilurin, sum kom suðureftir endaði í bilaverjuni og fekk eitt sindur av skaða - men eingin fólkaskaði var.
Bilurin, sum var á veg norðureftir, og sum var orsøkin til óhappið, steðgaði ikki, men helt leiðina fram.
Men løgreglan sigur, at tey vilja fegin fáa orðið á hann, so hann er vælkomin at geva seg til kennar. Men tey vita ikki, hvat fyri bilur, talan var um