Í gjárkvøldið ringdi ein útlendskur ferðamaður til løgregluna at biðja um hjálp, tí hann hevði gingið seg í óføri oman fyri Tjørnuvík.
Myrkur var komið óvart á hann og veðrið var eisini ófantaligt. Og hann helt at tað var so illgongt, at hann hættaði sær ongan veg.
Løgreglan sigur, at átaksleiðarin í Sunda kommunu fekk boðini og hann fekk so fólk at leita.
Ferðamaðurin hevði lykt, so tað hjálpti væl til at tey sóu hvar hann var. Men løgreglan hevur eisini eina skipan, har tey senda eitt leinki til telefonina hjá fólki, og tá ið tey lata hana upp, sær løgreglan tað sama, sum telefonin vísur.
Alt hetta hjálpt væl til at tað gekk væl at finna hann og bjarga honum oman atur í bygdina. Løgreglan sigur, at hann var nakað kaldur, men annars var hann væl fyri.