Ongi úrslit

Yvirskrift: Tað mest ræðandi PISA-talið snýr seg ikki um lesing

Halgir Winther Nagata
1 tími síðan

Vit hava hoyrt nógv um vánaligu føroysku úrslitini í lesiførleika,¹ av góðum grundum. Førleikin at lesa og skilja ein tekst er grundarlagið undir næstan allari aðrari læring, og tí eigur afturgongdin at verða tikin í størsta álvara.

Men í PISA-frágreiðingini krógvar seg eitt lítið gullkorn, sum hevur fingið munandi minni ans - og sum kanska er uppaftur meira ræðandi.

Næmingarnir vórðu bidnir um at taka støðu til hesa útsøgn:

"Vit eiga at byggja meira á sunna fornuft og minni á vísindaligar kanningar."

59 prosent av føroysku næmingunum søgdu seg vera samd ella sera samd.²

Miðaltalið í OECD er 43 prosent, og norðurlendska miðaltalið er um 40 prosent. Í Svøríki eru 37 prosent samd í útsøgnini, í Danmark og Noregi 39 prosent, í Finnlandi 46 prosent og í Íslandi 48 prosent.

Føroyar liggja við sínum 59 prosentum millum tey umleið 15 prosentini av londunum, har flest ung taka undir við, at vit eiga at byggja meira á sunna fornuft og minni á vísindaligar kanningar. Londini við tølum tættast okkara eru millum annað Kosovo við 62 prosentum, Jordan við 61 prosentum, Saudiarabia við 59 prosentum, Armenia við 58 prosentum og Slovenia og Malaisia við 57 prosentum.³

Tað er ein heilt onnur samanbering enn tann norðurlendska, sum vit annars vanliga rokna okkum sum part av

Sunn fornuft er ikki býtt
Sjálvandi skulu vit brúka sunna fornuft. Vit skulu vera kritisk - eisini mótvegis gransking. Ein einstøk vísindalig kanning kann vera illa gjørd, skeiv ella litað av áhugamálum. Vísindafólk kunnu taka feil, og vísindalig niðurstøða kann broytast, tá ið nýggj vitan kemur fram.

Sunn fornuft er í stóran mun tað, sum tykist rætt út frá okkara egnu royndum. Men okkara royndir eru avmarkaðar. Vit síggja bara ein lítlan part av heiminum, minnast skeivt, leggja betur merki til tað, sum hóskar til tað, vit longu halda, og hava lyndi til at gera almennar niðurstøður út frá einstøkum hendingum.

Jørðin sær fløt út. Sólin sær út til at ferðast kring okkum. Ein kaldur vetur kann kennast sum prógv ímóti veðurlagsbroytingum. Ein einstakur persónur, sum ikki gjørdist sjúkur, kann kennast sum prógv fyri, at ein heilsuvandi er íspunnin.

“Eg kenni ein, sum …” kann vera byrjanin til eina áhugaverda samrøðu. Tað er ikki ein vísindalig kanning.

Vísindi eru heldur ikki bara ein samling av pástandum, sum serfrøðingar krevja, at vit skulu trúgva. Vísindi eru ein háttur at verja okkum móti okkara egnu feilum. Kanningar skulu lýsa, hvussu komið er fram til eina niðurstøðu. Aðrir granskarar skulu kunna eftirkanna hana, finnast at henni og royna at vísa, at hon er skeiv.

Vísindaligi arbeiðshátturin er ikki feilfríur. Men hann er júst bygdur til at finna og rætta feilir. Sunn fornuft hevur onga slíka trygdarskipan.

Talið fylgir PISA-avrikunum
Tað er eisini vert at leggja merki til, hvussu føroysku svarini býta seg.

Millum fjórðingin av næmingunum við hægstu PISA-avrikunum taka 47 prosent undir við, at vit eiga at leggja størri dent á sunna fornuft enn vísindaligar kanningar. Í hinum trimum fjórðingunum er talið millum 62 og 65 prosent.

Hetta prógvar ikki, at hugburðurin elvir til verri PISA-úrslit. Tað kann eisini vera, at størri fakligur førleiki gevur næmingum eina betri fatan av, hvussu vísindalig vitan verður til. Helst ávirka viðurskiftini hvørt annað.

Men samanhangurin eigur at fáa okkum at steðga á.

PISA snýr seg ikki bara um, hvørt næmingar duga at minnast fakta. Kanningin roynir eisini at máta, um tey duga at nýta vitan, meta um upplýsingar og hugsa kritiskt. Júst hesir førleikar eru neyðugir í einum samfelagi, har vit hvønn dag verða rakt av ósannindum, hálvsannleikum, villleiðandi hagtølum og innihaldi, sum er gjørt til at vekja kenslur heldur enn hugsan.

Næmingarnir hava ikki uppfunnið hetta sjálvir
Tað hevði verið lætt at gjørt hetta til enn eina søgu um ein ungdóm, sum ikki dugir nóg væl. Men 15 ára gomul hava ikki sjálv uppfunnið sína fatan av vitan.

Tey hoyra vaksin siga, at tey ikki trúgva einari kanning, tí niðurstøðan “gevur onga meining”. Tey síggja politikarar velja tær kanningar, sum stuðla teirra egna sjónarmiði, og síggja burtur frá hinum. Tey síggja kjak, har ein persónlig søga fær størri tyngd enn stórar kanningar, og har sterk sannføring verður mistikin fyri sterka próvførslu.

Vit hava í Føroyum eisini eina sterka siðvenju fyri verkligari vitan. Tað, sum sjómaðurin, bóndin, handverkarin ella sjúkrarøktarfrøðingurin hevur sæð og roynt í áratíggju, er sera virðismikið. Slík vitan skal ikki skúgvast til viks.

Men royndir hjá einstaklingum og skipað gransking kunnu ikki setast á sama stig, tá ið vit skulu gera almennar niðurstøður. Tað, sum ein persónur hevur upplivað, kann geva okkum eina hypotesu. Vit mugu framvegis kanna, um hon heldur.

Tað er ikki nóg mikið at læra fleiri faktaSvarið er tí neyvan bara fleiri tímar í náttúruvísindum ella fleiri fakta at minnast.
Næmingar eiga í størri mun at læra, hvussu vitan verður til: Hvussu vita vit, um ein kelda er álítandi? Hvat er munurin á samanhangi og orsøk? Hví kunnu tvær kanningar koma til ymiskar niðurstøður? Hvat merkir vísindalig óvissa? Og hví er tað tekin um styrki - ikki veikleika - at broyta niðurstøðu, tá ið próvgrundarlagið broytist?

Men skúlin kann ikki lyfta hesa uppgávuna einsamallur. Miðlar, politikarar, myndugleikar og vit vaksnu sum heild mugu vísa í verki, at próvgrundarlag hevur týdning. Vit mugu tora at siga “eg veit ikki”, skilja millum tað, vit vita, og tað, vit halda, og broyta meining, tá ið fakta tala ímóti okkum.

Vánaliga úrslitið í lesiførleika er álvarsamt. Men lesiførleiki er at enda eitt amboð. Tað hjálpir lítið at duga at lesa eina vísindaliga kanning, um tú longu hevur avgjørt, at tín egna kensla vigar meira enn úrslitið.

Tí er 59 prosent kanska tað PISA-talið, sum vit eiga at óttast mest.

----

https://kvf.fo/greinar/2026/09/08/foroyskir-naemingar-duga-verri-lesa

https://snar.fo/fileadmin/07_provstovan/PDF-skjol/PISA/fragreidingar/Pisa_frágreiðingin_2025.pdf, síða 27

https://www.oecd.org/en/publications/pisa-2025-results-volume-i_73451bc5-en/full-report/results-for-countries-and-economies_33854635.html, talva I.B1.3.30

 

 

a

Mest lisið hesa vikuna

ES-tinglimir hótta Føroyar við stuðli vegna grindadráp

3. sepember kl. 18:05

Deyðiligur vandi á gongubreytini

5. sepember kl. 17:45

LGBT – SERVIÐGERÐ ?

5. sepember kl. 20:34

Eftirlit við ferðafólkabátum: Bátur skuldi avstað við ov nógvum ferðafólkum

11 tímar síðan

Fýra bilførarar í óhappi í gjár - minst ein kann vænta at missa koyrkortið

6. sepember kl. 09:17

Tingmaður úr samgonguni roynir at skunda undir at fáa tunnil til Vestmanna

2. sepember kl. 11:03