33 limir í Evropaparlamentinum krevja, at Føroyar gevast við grindadrápi og veiðuni eftir springarum.
Annars vilja teir ikki taka undir við nýggjum ES-stuðli ella víðkaðum handilssamstarvi.
Limirnir í Evropaparlamentinum hava sent løgmanni, Beini Johannesen, og landsstýrismanninum í uttanríkis- og vinnumálum, Bárði Á Steig Nielsen, eitt bræv, har teir vísa á stóra stúran um grindadrápið í Føroyum.
Brævið kemur í sambandi við komandi samráðingarnar um at endurnýggja luttøkuna í ES-rannsóknarætlanini Horizon.
ES-tinglimirnir leggja dent á, at teir vilja varðveita eitt jaligt samstarv millum ES og Føroyar innan gransking og handil.
Men teir gera samstundis greitt, at teir ikki vilja stuðla undir nýggjan ES-stuðul ella víðkað handilssamstarv, um Føroyar ikki broyta politikk sín á hvalaverndarøkinum.
Í brævinum verður sagt, at tinglimirnir ikki kunnu taka undir við endurnýggjan av ES-stuðli ella víðkaðari liberalisering av handlinum, um Føroyar ikki samstilla sín politikk við verjuna av hvalum og øðrum hvalasløgum. Eisini skulu Føroyar endaliga ger enda á veiðuni eftir grindahvali og springara.
Tað merkir í verki, at grindadrápið verður gjørt til eitt politiskt mál í samráðingunum millum Føroyar og ES um framtíðar samstarvið.
Brævið er sent vegna 33 limir, og er undirskrivað av Anju Hazekamp og Sebastian Everding, bæði limir í Evropaparlamentinum.
Tað er sostatt ikki bert veiðan sjálv, sum verður løgd undir trýst.
ES-tinglimirnir seta beinleiðis spurnartekin við framtíðar ES-stuðuli og møguleikarnar fyri meira fríhandli við Føroyar, um føroysk hvalaveiða ikki verður steðgað.