Ongi úrslit

Lutfalsliga nýtt gentunavn var tað best umtókta í fjør

Áki Bertholdsen
2 tímar síðan

Brim og Olivia vóru best umtóktu nøvnini á gentum, føddar í 2025. Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni.

Uppgerðin vísir, at fimm gentur vórðu nevndar Brim og somuleiðis fimm Olivia. Næstbest umtókt vóru nøvnini Anna og Bjarta, sum fýra gentur vóru nevndar. 

Navnið Brim er lutfalsliga nýtt í Føroyum. Uppgerðin av nøvnum vísir, at fyrstu ferð eitt gentubarn, sum er føtt í Føroyum, fekk navnið, Brim. var í fyrrárið, í 2024. Við ársenda í fjør búðu 11 kvinnur við navninum Brim í Føroyum. Navnið Olivia er vælkent navn í Føroyum og hevur væl umtókt seinastu árini.

Síðani 1985 hava 67 gentur fingið navnið Olivia, og við ársenda í fjør vóru 78 kvinnur við navninum Olivia búsitandi í Føroyum.

Bæði Brim og Olivia hava eina ferð áður verið best umtókta gentunavn, og tað var í fjør.

Næstbest umtóktu nøvnini á gentum vóru Anna og Bjarta, tí fýra gentubørn fingu hesi nøvnini. 

Nøvnini Anna og Bjarta hava leingi verið vanlig í Føroyum. Navnið Anna hevur fleiri ferðir verið best umtókta navn til gentur umframt at tað hevur verið millum vanligastu kvinnunøvn í Føroyum í mong ár. 

Her eru 50 tey vanligastu kvinnunøvnini í Føroyum

2023

2024

2025

Maria

265

275

268

Anna

233

228

236

Annika

213

214

213

Katrin

189

189

187

Marjun

177

178

177

Beinta

175

175

173

Rannvá

172

170

168

Heidi

159

159

161

Elin

158

157

159

Lív

154

154

156

Hanna

147

150

151

Durita

140

140

143

Súsanna

143

144

143

Kristina

131

132

135

Sára

129

130

131

Barbara

129

130

130

Rebekka

124

123

130

Eva

121

122

126

Bjørg

123

124

121

Joan

116

117

117

Jóhanna

116

115

116

Tóra

118

117

114

Bára

110

112

111

Birita

106

108

110

Elisabeth

112

109

109

Jóna

108

108

106

Malan

106

104

104

Marita

110

106

104

Vár

105

104

103

Rakul

108

108

102

Ása

105

100

100

Randi

96

96

97

Anna Maria

96

96

94

Eydna

93

93

94

Helena

94

94

92

Lea

94

93

92

Anja

93

93

91

Emma

82

87

91

Jórun

91

92

91

Elsa

86

87

90

Guðrun

84

85

88

Fríða

89

88

87

Karin

80

79

81

Linda

81

81

81

Silja

78

73

81

Ronja

84

83

79

Rúna

78

79

79

Olivia

69

74

78

Rósa

70

72

76

Sonja

80

79

76

Hjørdis

74

75

75

Ann

71

72

72

Anita

67

67

69

Guðrið

66

67

69

Sólrun

69

68

69

Miriam

72

71

67

Gunnvá

67

66

66

Bjørk

63

63

65

Ruth

67

66

65

Anna Sofía

67

65

64

Petra

67

63

63

Sólvá

62

61

62

Sigrun

63

63

61

Óluva

59

58

59

Birgit

52

53

54

Brynhild

50

52

50

Ingibjørg

51

51

49

Lis

43

44

44

Maiken

39

38

38

Johanna

31

29

29

Anna Elisabeth

31

29

27

Mest lisið hesa vikuna

Ben Arabo og Fróði Magnussen »skíta á serfrøðina«

26. august kl. 12:18

Løgtingslimir vilja sleppa at skjóta kóp - teir flokka hann sum skaðadjór

27. august kl. 11:45

Opið bræv til Jacob Vestergaard

27. august kl. 23:58

Løtumyndir-Norðfestivalurin

29. august kl. 21:18

Dolly Parton, countrylegenda farin foldum frá

25. august kl. 19:18

Løgreglan hevur eina staðiliga áheitan á foreldur at ungdómum

28. august kl. 10:40