Vit mugu bara spyrja: Hvar eru foreldrini.
Soleiðis tók vakthavandi hjá løgregluni til í morgun.
Í gjár tók løgreglan ein ungdóm á einum lítlum prutli, sum hevur loyvi at koyra 30. Men tá ið tað varð kannað, vísti tað seg, at prutlið koyrdi heilar 71,4 kilometrar um tíman, sum er nógv meiri enn tvær ferðir so nógv sum tað hevur loyvi at koyra.
Løgreglan sigur, at hetta er vandamikil leikur tí lítil prutl eru ikki gjørd til at koyra so skjótt og tey hava eisini ført fram, at heldur ikki bremsurnar eru gjørdar til at steðga við so nógvari ferð.
Í slíkum førum verður nummarplátan tikin og eigarin fær tær ikki aftur, fyrr enn prutlið hevur verið á Akstovuni og tað er staðfest at tað er í lógligum standi.
Í gjár tók løgreglan eisini fýra ungdómar á elektriskum rennihjólum. Tey eru bannað at brúka í Føroyum og løgreglan sigur, at tá ið tey koma fram á elektrisk rennihjól, verður hald rætt og slætt lagt á tey og eigarin fær tey ikki aftur. Sostatt varð hald eisini lagt á hesi fýra rennihjólini.
Orsøkin til at tey eru bannað, er at mett verður at tað er alt ov vandamikið at koyra á elektriskum rennihjóli og aðrastaðni hava tey ringar royndir av teimum, tí tað henda so nógv óhapp og so nógvar vanlukkur.
Eisini elektrisk rennihjól kunnu fáast at koyra nógv skjótari enn ætlað og fyri stuttum legði løgreglan í Danmark hald á eitt elektriskt rennhjól sum koyrdi ørandi 139 kilometrar um tíman. Annars hava tey bara loyvi at koyra 20 kilometrar um tíman.
Tí hevur løgreglan eina staðiliga áheitan á foreldur at ungdómum um at tosa við tey um vandarnar, og, sum heild, at ansa eftir, hvat børnini havast at.