Í nógv ár hevur verið tosað um at gera tunnil til Vestmanna. Men hetta er kortini ikki ein verkætlan, sum hevur ligið serliga frammaliga í hugaheiminum hjá politikarunum, sama hvør samgonga hevur sitið við valdið.
Men nú roynir Grímur Sundstein, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, sum eisini býr í Vestmanna, at skunda undir málið. Í tí sambandi hevur hann spurt Jacob Vestergaard, landsstýrismann í samferðslumálum, hvussu tað gongur við málinum.
Hann vil hava at vita, nær tað er væntandi, at tað verður klárt at fara undir at prosjektera tunnilin til Vestmanna.
Hann vil eisini hava at vita um landsstýrismaðurin ætlar at leggja eitt uppskot um Vestmannatunnil til Vestmanna fyri Løgtingið hesa tingsetun, sum endar á ólavsøku næsta ár.
Somuleiðis vil hann hava at vita, hvussu frammaliga landsstýrismaðurin ætla at seta tunnilin til Vestmanna nýggju íløguætlanini hjá samgonguni.
Grímur Sundstein vísir á, hvussu stóran týdning, Vestmannatunnilin hevur fyri Vestmanna, umframt fyri Norðurstreymoy og vegakervið sum heild.
Tunnilin fer at styrkja og stytta ferðasambandið í Norðurstreymi og at bøta um ferðslutrygdina á einum vegi, ið er millum teir mest óhøgligu um veturin.
Í 2019 varð farið undir at fyrireika og prosjektera tunnil til Vestmanna, og síðan 2022 hava játtanirnar verið brúktar til at kanna, hvørjar loysnir kunnu gerast, eins og jarðfrøðiligar kanningar eisini eru gjørdar.
Á fíggjarlógini fyri í ár eru 2,4 milliónir játtaðar til at halda fram at fyrireika nýggju farleiðina til Vestmanna, og nú vil løgtingsmaðurin hava at vita, hvussu málið liggur.