Ongi úrslit

Íslendingar vraka ES

Áki Bertholdsen
1 tími síðan

Íslendingar vilja ikki upp í ES. Tað er úrslitið av fólkaatkvøðuni í gjár, har íslendingar skuldu atkvøða um, antin íslendska stjórnin skuldi fara í samráðingar við ES um limaskap.

Men nú øll valstøð eru avgreitt, uttan eitt vísir tað seg, at meiriluti er fyri at halda seg uttan fyri ES.

Íslendska kringvarpið skrivar, at í løtuni hava 89.459 atkvøtt fyri "Ja" og 99.037 atkvøður er fyri "Nei". Munurin er sostatt 9.578 atkvøður.

Nú fimm av teimum seks valstøðunum eru tald upp, hava 47,5 prosent atkvøtt ja og 52,5 prosent hava atkvøtt nei.

 Mett verður, at umleið 32.000 atkvøður eru eftir at telja í Suðurvesturvaldøminum. Men har skal so stórur partur veljarunum siga ja fyri at broyta úrslitið, at eygleiðarar meta, at tað er ógjørligt at hugsa sær.

Úrslitið vísir, at á Reykjavíkarleiðini er meiriluti fyri ES, men íslendingar annars vilja ikki upp í, tí har er stórur meiriluti ímóti.

Mest lisið hesa vikuna

Føroysk sparibússa funnin á Jan Mayen - eftir 57 ár

24. august kl. 08:20

Ben Arabo og Fróði Magnussen »skíta á serfrøðina«

26. august kl. 12:18

Løgtingslimir vilja sleppa at skjóta kóp - teir flokka hann sum skaðadjór

27. august kl. 11:45

Aron er á veg til Skotlands

24. august kl. 19:01

Veðrið

23. august kl. 15:29

Skipanes er handað Smyril Line

25. august kl. 13:28