Ein ferðafólkabátur var í summar á veg avstað við fleiri ferðafólkum enn loyvt, men fráferðin varð steðgað. Báturin fór síðani avstað við loyvda ferðafólkatalinum.
Hetta var eitt av frávikunum, sum Sjóvinnustýrið staðfesti í einum eftirlitsátaki saman við Føroya Politi frá 4. juni til 19. august 2026. Tilsamans vórðu 17 kanningar gjørdar av 13 ferðafólkabátum kring landið. Í trimum kanningum vórðu viðmerkingar ella manglar staðfest.
Manglandi bjargingarútgerð og ov lítil manning
Eftirlitið avdúkaði eisini, at ein bátur hevði bert ein persón í manningini, hóast kravið var tveir. Í einum øðrum føri var ikki bjargingarútgerð til øll umborð, og sýnið av einum bjargingarbáti var farið út um tíð.
Harumframt manglaðu trygdarvegleiðing, uppslag við ferðafólkaloyvi og persónlig skipsskjøl í einstøkum førum. Skipsskjølini vórðu tó seinni send Sjóvinnustýrinum og vóru í lagi.
Í einum føri er talan um politimál. Føroya Politi sendir bátaføraranum og reiðaranum sektaruppskot.
Ófráboðað eftirlit heldur fram
Av teimum 13 kannaðu bátunum høvdu 11 galdandi ferðafólkaloyvi. Tveir høvdu ikki slíkt loyvi, men teir sigldu ikki vinnuliga. Frávik vórðu funnin umborð á tveimum av teimum 11 bátunum við loyvi, og á øðrum teirra vórðu frávik staðfest á tveimum vitjanum.
Sjóvinnustýrið staðfestir, at flestu bátarnir høvdu viðurskiftini í lagi, men metir samstundis, at framhaldandi eftirlit er neyðugt. Sjóvinnustýrið og Føroya Politi fara tí framhaldandi at gera ófráboðað eftirlit við ferðafólkabátum.