Ongi úrslit

Tekur undir við heilsumiðstøðirnar í Suðuroy verða lagdar saman

Áki Bertholdsen
1 tími síðan

– Vit taka undir við, at tað verður ein felags læknamiðstøð í Suðuroynni.

Tað sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri í Vági.

Sum vit skrivaðu í gjár, hevur Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsumálum tikið støðu til, at tað skal verða ein felags heilsumiðstøð fyri alla Suðuroynna.

Sum støðan er nú, er ein læknamiðstøð á Tvøroyri og ein er í Vági, men nú skulu tær so leggjast saman. Hinvegin hevur landsstýriskvinnan ikki tikið støðu til, hvar í Suðuroynni tann felags heilsumiðstøðin skal vera.

Kristin Michelsen sigur, at tað eru læknarnir sjálvir, sum vilja hava eina læknamiðstøð í Suðuroy.

Tað kom fram á fundi, har borgarstjórarnir í Suðuroy og verandi kommunulæknar, umframt læknalesandi úr Suðuroy, vóru til staðar.

Kristin Michelsen sigur, at læknarnir vildu hava eina nýggja, felags læknamiðstøð

– Í kjalarvørrinum á tí tóku kommunurnar í norðaru helvt í Suðuroy, Tvøroyri, Fámjin og Hvalba, stig til at byggja nýggja læknamiðstøð á Tvøroyri.

Hon verður á Thomsens-bøi, sum er beint undir Suðuroyar sjúkrahúsi mitt á Tvøroyri, og sum ætlanin er at ogna sær til heilsumiðstøðina.

Síðani kom Suðuroyar Apotek í trupulleikar við soppi, so at apotekið mátti flyta í onnur høli ímeðan verandi apotek verður umvælt. Kristin Michelsen sigur, at sostatt hava tey broytt ætlanina, so at eisini apotek kann knýtast upp í heilsumiðstøðina.

Borgartjórin ásannar, at hetta er ein rættiliga stór íløga fyri kommunurnar í Norðaru helvt, men nakra ávísa upphædd fær hann kki sett á.

Men verður talan um eina felags læknamiðstøð, vónar borgarstjórin á Tvøroyri, at skipað verður soleiðis fyri at allar kommunurnar koma at rinda sín part.

Samanumtikið sigur hann, at Tvøroyrar Býráð tekur undir við, at vit fáa eina heilsumiðstøð í Suðuroy.

Og hann heldur, at ein slík heilsumiðstøð hevði ligið væl á Thomsens-bøi, sum er beint við sjúkrahúsið at taka blóðroyndir, røntenmyndir, ella hvat tað skal vera.  

Men hann heldur at fyri tað um tað verður ein heilsumiðstøð á Tvøroyri, er ikki sagt, at alt skal halda uppat í Vági fyri tað, tí har kann ymiskt virksemi verða kortini.

Um eina løtu hava vit eina viðmerking frá Bjarna Johansen, borgarstjóra í Vági, sum ikki sær nakað skilagott í at byggja eina nýggja læknamiðstøð á Tvøroyri fyri tíggjutals milliónir, tá ið tað longu er ein læknamiðstøð í Vági við alskyns heilsutænastum og sum kann lúka øll krøv við eini lutfalsligari lítlari útbygging.

Mest lisið hesa vikuna

ES-tinglimir hótta Føroyar við stuðli vegna grindadráp

17 tímar síðan

Lutfalsliga nýtt gentunavn var best umtókt í fjør

1. sepember kl. 11:10

Løtumyndir-Norðfestivalurin

29. august kl. 21:18

Tingmaður úr samgonguni roynir at skunda undir at fáa tunnil til Vestmanna

2. sepember kl. 11:03

Fara at gera kollveltandi royndir við fiskiskapi undir Føroyum

1. sepember kl. 08:50

Eitt av hvørjum fimm atgongumerkjum fer til MVG

Í gjár kl. 13:33