Nú er ætlanin at fara undir eina roynd at lata trolarar fiska við tvítroli undir Føroyum. Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.
Fía Selmu Nielsen, løgtingskvinna fyri Fólkaflokkin, hevur spurt hann um hann ætlar at stig til at taka stig til at loyva fiskiskapi við tvítroli undir Føroyum.
Bárður á Steig Nielsen sigur, at royndirnar við tvítroli undir Føroyum er avmarkaðar, men tær benda á, at tvítrolið fiskar 70 og 80% meira enn lemmatrol.
Harumframt vísa kanningarnar, at oljunýtslan lækkar fyri hvørt kilo av fiski og sostatt benda úrslitini á, at verða fiskað við tvítroli, kann skiparaksturin batna, samstundis sum at útlátið fyri hvørt kilo av fiski, minkar.
Í londunum rundan um okkum er vanligt at nýta tvítrol og eisini trý- og fýratrol. Í hesum londum er fiskiskapurin skipaður við kvotum, har vit hava eina skipan við fiskidøgum.
Skal tað verða loyvt at brúka tvítrol í Føroyum, mugu vit sostatt tryggjað, at fiskiorkan ikki økist.
Verður tvítrol loyvt, verður fiskiorkan størri og sostatt er vandi fyri, at trýstið á fiskastovnarnar verður størri, verður talið á fiskidøgum ikki minkað samsvarandi.
– Eg havi tí tikið avgerð um at lýsa eftir umsóknum til royndarfiskiskap við tvítroli, bæði á djúpum vatni eftir svartkalva og í fiskiskapinum eftir upsa, sigur Bárður á Steig Nielsen.
Hann sigur, at í samstarvi við Havstovuna er ein leistur gjørdur fyri kannngarnar og er áhugi í vinnuni at gera slíkar royndir, er ætlanin at fara undir tær í heyst.
Endamálið er at kanna munin ímillum fiskiskap við tvítroli og tí reiðskapi, sum verður brúktur í dag, við tí fyri eyga at fáa greiði á, hvussu nógv fiskidagarnir skulu stillast.
Tá kanningarnar eru lidnar, fáa vit vónandi nøktandi tilfar at taka støðu til, um vit eiga at loyva tvítroli í fiskidagaskipanini, og hvussu fiskidagatalið skal stillast.
Landsstýrismaðurin sigur, at verður tvítrol loyvt, kann verða neyðugt at stilla fiskidagatalið fleiri ferðir, so hvørt vinnan lærir seg at nýta tvítrol, samstundis sum tøknilig og onnur menning av hesum fiskiskapi fer fram.