Vit elska føroyskan tónleik, tá vit brúka hann. Tildømis á festivalum og túsundtals fólk standa lið um lið og syngja ein sang, sum øll kenna. Tá felagssangurin rungar á ólavsøku, og børn, foreldur, ommur og abbar syngja teir somu sangirnar. Ella bara ein góð konsert ella tónleikur til ein veitslu.
Tá ivast vit ikki í virðinum á føroyskum tónleiki.
Tað er felagsskapur. Identitetur. Minnir. Kenslur.
Men tá ljósini pallinum sløkna, er tað ein heilt onnur søga aftanfyri kulissurnar.
Nú løgtingskvinnan Astrið Breckmann hevur reist spurningin um at strika MVG av føroyskum mánaðarbløðum, er tað upplagt at spyrja:
Hví ikki eisini hyggja at MVG á konsertatgongumerkjum?
Astrið Breckmann hevur spurt landsstýrismannin í fíggjarmálum, hví føroysk mánaðarbløð ikki sleppa undan MVG eins og tíðindabløð, og um ætlanin er at broyta lógina. Aksel V. Johannesen hevur svarað, at hann ætlar at kanna møguleikan.
Hetta er eitt upplagt høvi at taka kjakið upp um tónleikavinnuna.
Tí um vit vilja geva einum parti av føroyska mentanarlívinum betri karmar, eiga vit eisini at tora at hyggja at tónleikinum.
Vit elska úrslitið
Vit eru errin av føroyska tónleikalívinum.
Vit vísa festivalarnar fram. Vit elska felagssangin á ólavsøku. Tá Hoydalar verður víst í sjónvarpinum. Vit fegnast, tá føroyskir tónleikarar gera vart við seg uttanlands. Vit vilja hava nýggjar sangir, góðar konsertir og føroysk nøvn á stóru pallunum.
Men vit hava hug at taka alt arbeiðið sum liggur aftanfyri fyri givið.
Onkur skal skriva sangin. Onkur skal venja hann. Onkur skal brúka ár upp á at læra at spæla. Onkur skal keypa gittaran, trummurnar, klaver, forsterkaran og alla hina útgerðina. Onkur skal brúka kvøld og vikuskifti í venjingarhølinum, meðan onnur eru heima.
Vit síggja bara tímarnar á pallinum.
Vit síggja ikki alt hitt.
Pengarnir røkka styttri
Samstundis er tað vorðið dýrari at liva. Tað merkja vit øll. Matur kostar meira. Bústaðir kosta meira. Bensin kostar meira.
Og tá fólk hava færri pengar eftir, verður eisini hugt eina eyka ferð at prísinum á einum atgongumerki til eina konsert.
150 krónur?
200?
250?
Tí kann fyriskiparin ikki bara hækka prísin, hvørja ferð útreiðslurnar hækka. Og onkur má gjalda rokningina, og sum oftast endar hon hjá teimum, sum standa á pallinum.
Lat okkum fylla ein sal
Lat okkum taka eitt einfalt dømi. Ein konsert á Reinsarínum hevur pláss fyri 150 fólkum.
Atgongumerkið kostar 150 krónur.
Konsertin verður útseld.
150 × 150 krónur = 22.500 krónur.
Útselt.
Tað ljóðar kanska sum ein fín inntøka fyri eitt kvøld, men 4.500 krónur fara til at gjalda MVG. Og so eru 18.000 krónur eftir.
Hetta merkir, at fyri hvørji fimm atgongumerki, sum verða seld, fer vinningurin av tí eina til MVG
Í einum sali við 150 fólkum svarar tað til alla atgongumerkjainntøkuna frá 30 fólkum.
30 fólk eru sostatt komin inn, áðrenn tann peningurin kann fara til tónleikararnar.
Útselt: 3.600 krónur í part
Lat okkum síðani gera roknistykkið so gott fyri tónleikararnar sum yvirhøvur gjørligt.
Vit spæla, at eingin onnur útreiðsla er.
Einki ljóðfólk.
Eingin marknaðarføring.
Eingin flutningur.
Einki venjingarhøli.
Eingin útgerð.
Einki gjald fyri hølið.
Bara 18.000 krónur til bólkin.
Er talan um fimm tónleikarar, gevur tað:
3.600 krónur í part áðrenn skatt fyri eina útselda konsert.
Og lat okkum vera enn meira bjartskygd.
Hvat um hesin bólkurin megnar at selja 150 atgongumerki hvørja einastu viku?
Fýra útseldar konsertir um mánaðin.
600 seld atgongumerki.
Tað gevur hvørjum tónleikara:14.400 krónur um mánaðin áðrenn skatt.
Og tá hava vit framvegis ikki drigið eina einastu veruliga konsertútreiðslu frá.
Hvussu nógvir føroyskir bólkar selja 150 atgongumerki hvørja viku, 52 vikur um árið?
Vit kenna nokk svarið.
Tað setur orðið útselt eitt sindur í perspektiv.
Tí útselt merkir ikki neyðturviliga, at tað gongur væl fíggjarliga.
Tað kann merkja, at tú hevur fylt salin og kortini ikki kanst liva av arbeiðinum.
„Men tónleikarar hava jú Spotify“
Jú.
Og akkurát Spotify er eitt gott dømi um, hvussu nógv tónleikavinnan er broytt.
Fyrr keyptu vit fløgur og plátur. Tú fórt inn í ein handil og rindaði kanska 150 krónur fyri eina fløgu hjá einum bólki, tær dámdi. Og hetta var høvuðsinntøkan hjá tónleikarum.
Í dag streama vit fyri eina fasta mánaðarliga upphædd. Nakað, sum er fantastiskt fyri okkum sum brúkarar. Men tað er alt annað er gott fyri tónleikaran.
Spotify rindar ikki eina fasta upphædd fyri hvørja avspæling. Pengarnir verða býttir eftir sokallaðum streamshare og fara fyrst til rættindahavarar, sum síðani býta teir sambært avtalunum hjá teimum ymsu pørtunum.
Men lat okkum taka eitt dømi, sum samsvarar rættiliga væl við veruleikan. Í dag fáa tónleikarar umleið 25 krónur fyri hvørjar 1.000 avspælingar.
Er talan um ein bólk við fimm limum, svarar tað til 5 krónur í part fyri 1.000 avspælingar.
100.000 avspælingar?
Umleið 2.500 krónur tilsamans.
Ella 500 krónur í part, um tað eru fimm í bólkinum.
Og veruleikin kann vera enn meira samansettur, tí fleiri rættindahavarar, distributørar, útgevarar og onnur kunnu eiga part í inntøkuni.
So tá vit siga: “Men teir hava Spotify“, er vert at hugsa um, hvussu nógv fólk skulu trýsta á play, áðrenn tað byrjar at líkjast eini vanligari inntøku.
Tónleikarar skulu eisini keypa mjólk
Tað er kanska her, at blindvinkulin er mest sjónligur.
Vit hava eina romantiska fatan av listafólkum. Tónleikur skal helst koma frá hjartanum. Tað skal vera kærleiki til listina. Eitt kall. Og tað er hann eisini.
Men tónleikarin, sum stendur á pallinum fríggjakvøldið, skal eisini keypa inn leygardagin. Tónleikarar hava eisini børn. Teir gjalda eisini húsaleigu og bústaðarlán.Teir skulu eisini gjalda fyri hita, mat, bil og barnagarð.
Vit høvdu neyvan sagt við einum elektrikara:
“Tú ert fantastiskur til títt arbeiði. Tað, tú gert, hevur stóran týdning fyri samfelagið. Men kanst tú ikki fara helvtina niður í løn?“
Men við tónleiki vænta vit ofta bæði høga góðsku og lágan prís.
Vit vilja hava tónleikin.
Vit vilja hava festivalarnar.
Vit vilja hava felagssangin.
Vit vilja hava teir føroysku sangirnar, sum børnini læra, og sum vit sjálvi standa og syngja við til tjúgu ár seinni.
Men onkur skal hava møguleika at skapa teir.
Vit gera longu undantøk
Og hetta er kanska tað mest áhugaverda í øllum kjakinum.
Tí føroyska MVG-skipanin byggir ikki á eitt prinsipp um, at alt skal viðgerast eins.
Undantøk eru longu.
Í galdandi MVG-lóg eru onnur listarlig øki nevnd millum virksemi, sum er undantikið.
Nú vil Astrið Breckmann harumframt hava kannað, um føroysk mánaðarbløð eisini skulu sleppa undan MVG.
Hon vísir millum annað á føroyskt mál, mentan og sjálvsfatan sum grundgeving fyri betri karmum hjá bløðunum.
Tað kann vera ein góð grundgeving.
Men hon leiðir næstan sjálv til næsta spurning:
Um vit vilja verja føroyskt mál, føroyskt innihald og føroyska mentan, hví skal tónleikurin so ikki eisini vera partur av kjakinum?
Tað kostar eisini at gera einki
Sjálvandi kann landskassin ikki bara avtaka MVG av øllum.
Tað er eitt rímiligt mótargument.
Men tað er heldur ikki tað, sum er spurningurin.
Spurningurin er, um karmarnir fyri live tónleik eru nøktandi.
Og tá eiga vit ikki bara at spyrja:
Hvat kostar tað at lækka MVG?
Vit eiga eisini at spyrja:
Hvat kostar tað at lata vera?
Tá færri konsertir bera seg, verða færri konsertir.
Tá minni er eftir til tónleikaran, verður minni tíð til at skriva nýggjan tónleik.
Tá hølini fáa færri tiltøk, verður truplari at reka tey.
Tá fyriskiparar mugu skrúva prísin upp fyri, at fáa tað at hanga saman fíggjarliga hjá tónleikarum, hava færri ráð at uppliva live tónleik. Og her hugsi eg serliga familjur, ung og lesandi
Og tá tað ár eftir ár gerst truplari at fáa eitt rímiligt lívsgrundarlag úr tónleikinum, fara fleiri at brúka orkuna aðrastaðni.
Tað fer ikki at henda knappliga.
Tónleikalívið fer ikki at doyggja út komandi mánadag.
Men við tíðini verður tað truplari og truplari at vera tónleikari.
Og fyrr ella seinni standa vit og undrast á, hví tað hendi nógv meir fyrr.
Vit kunnu ikki bara elska løtuna
Tað er lætt at elska føroyskan tónleik, tá festivalurin kókar.
Tá vinmaðurin leggur armin um teg, og tit bæði syngja við.
Tá felagssangurin á ólavsøku fyllir miðbýin, og tú í eina løtu merkir, at øll Havnin syngur sama sang.
Vit tosa um eru løturnar, vit minnast, taka myndir av og fortelja okkara børnunum um. Hetta eru løturnar, vit kalla føroyska mentan.
Men tær koma ikki av ongum. Onkur skal skriva sangin. Onkur skal venja hann. Onkur skal standa á pallinum. Og onkur skal hava ráð til at halda fram.
Tí er spurningurin um MVG á konsert-atgongumerkjum ikki bara eitt turt skattamál.
Tað er ein spurningur um, hvussu nógv vit veruliga vilja tað tónleikalívið, sum vit eru so skjót at vera errin av.
Tað kann vera at avtaka MVG.
Tað kann vera lægri MVG.
Tað kann vera ein serlig skipan fyri atgongumerkir í samband við konsertir.
Vit eiga í minsta lagi at viðgera málið, tí hvør av okkum hevði sagt ja til eina mánaðarløn á 14.400 krónur, tá hon er uppá tað hægsta?
Tí vit kunnu ikki bara elska føroyskan tónleik, tá salurin er fullur, festivalurin kókar og allur býurin syngur við.
Vit mugu eisini geva teimum, sum skapa tær løturnar, rímiligar karmar og virðiliga umstøður at liva og virka í.
Bogi Andreasen,
leiðari á Reinsarínum