Í gjár vóru boð eftir løgregluni ikki færri enn fýra ferðir í sambandi við ferðsluóhapp.
Norðan fyri Haldórsvík fór ein bilur niðan av vegnum. Løgreglan sigur, at tað var helst tí at hann snarari undan einum seyði, og endaði so út av. Bilførarin fór á sjúkrahús til kanningar, men løgreglan heldur ikki, at tað var nakað álvarsligt
Ein leigubilur fyri útlendskum ferðsfólkum fór í eina veit, men har fingu fólk hjálpt teimum upp aftur.
Løgreglan sigur, at tað er javnan, at ringt verður til tey tí at leigubilar við útlendskum bilførarum eru farnir í útav. Tey siga, at helst er tað tí, at tey eru ikki von við so smalar bygdavegir, sum vit hava í Føroyum
Løgreglan hevur eisini skuldsett ein bilførara fyri ikki at halda neyðugu frástøðuna til bilin frammanfyri. Tað elvdi til eitt ferðsluóhapp í Norðragøtu í gjárkvøldið har ein bilførari rendi upp í reyvina á bilinum frammanfyri.
Hann skal - í minsta lagi - vænta sær eitt klipp í koyrikortið, umframt bót, fyri ikki at halda neyðugu frástøðuna.
Og í nátt rendi ein bilførari í Havn á eitt skelti. Ringt varð eftir løgregluni og tá ið tey komu á staðið, fingu tey illgruna um, at bilførarin hevði kenning, so tað er hann skuldsettur fyri og, sum vanligt, varð blóðroynd tikin av honum.