Serstakt fokus er á bólkin LGBT, við serstøkum stuðlandi átøkum.
LGBT-økið hevur fingið eina serliga og sjónliga politiska støðu í norðurlendska samstarvinum, við egnum samstarvs- og fíggingarmøguleikum.
Dømir:
1. Ein serlstakur norðurlendskur LGBTI-grunnur er settur á stovn.
Síðani 2021 hevur Norðurlendska Ráðharraráðið fíggjað verkætlanir, sum serliga miða ímóti rættindum og møguleikum hjá LGBTI-persónum.
Í 2026 hevur grunnurin serstakt raðfest umsøkjarar úr Føroyum, Grønlandi og Álandi.
2. Tað er ikki bara talan um symbolskan stuðul.
Søkjast kann um DKK 50.000 til 500.000 fyri hvørja verkætlan, og verkætlanirnar skulu fevna um felagsskapir úr í minsta lagi trimum Norðurlondum.
Peningurin kann nýtast til fundir, ráðstevnur, verkstovur, útbúgvingar, netverk og menning av háttaløgum (metodik), m.a.
3. Føroyar hava verið serliga raðfestar í 2026.
Embætisliga grundgevingin er, at føroyskir, grønlendskir og álendskir aktørar higartil hava verið minni við í verkætlanunum hjá grunninum enn aktørar úr hinum Norðurlondunum. Tí skulu hesi nú fáa betri møguleika at luttaka (eggjast).
4. Ein serstøk frágreiðing er eisini gjørd um LGBTI í Føroyum, Grønlandi og Álandi.
Frágreiðingin frá mai 2026 varð gjørd júst sum grundarlag undir hesum miðvísa átaki og framtíðar átøkum.
LGBT / LGBTI Í SERSTØÐU
Hví skulu serliga LGBT-felagsskapir hava eina serstaka norðurlendska fíggingarskipan og politiskt samstarv, meðan aðrir minnilutar ella sosialt viðbreknir bólkar ikki neyðturviliga hava líknandi skipanir?
Um Útnorðurráðið skal geva einum ávísum minnilutabólki serligt fokus, so kunnu vit spyrja, hví ikki eisini aðrir bólkar við serligum avbjóðingum verða tiknir upp.
Hvørjar kriteriur brúkar Útnorðurráðið fyri at velja ein ávísan bólk til serligt politiskt fokus, samstarv og møguliga fígging — og verða somu kriteriur brúktar fyri aðrar bólkar?
Hví ikki ein tilsvarandi frágreiðing og tilráðing um samstarv millum felagsskapir hjá t.d. diabetikarum, epileptikarum, fólki við hoyritarnartroti ella ludomanum?
Hvat við hesum fólkum ? ? ? ?
fólk við spælitrupulleikum/ludomani
fólk við psoriasis
fólk við diabetis
fólk við hoyritarnartroti, sum tørva cochlear-implant ella venjing
fólk við hoyritarni av ymsum orðsøkum
fólk við sjóntrupulleikum
fólk við etingarólagi
fólk við demensi
fólk við Parkinson
fólk við MS
fólk við krabbameini
fólk við sjáldsomum sjúkum
fólk við kroniskum pínu
fólk við hjarta- og æðasjúkum
fólk við rúsdrekkatrupulleikum
fólk við rúsevnistrupulleikum
fólk við sálarligum trupulleikum
fólk við fíggjarligum trupulleikum/fátækradømi
einsamøll fólk
einsamøll eldri fólk
fólk, sum stama
fólk við sterkari menstruatiónspínu
fólk við intellektuellari menningartarni
fólk, sum eru serliga dugnalig/ovurklók og kunnu hava serligar trupulleikar í skúla og samfelagi
fólk við epilepsi
fólk við psoriasis
fólk við autismu
fólk við ADHD
fólk við ymsum sjáldsomum sjúkum
fólk við kroniskari pínu o.s.fr.
og nógv onnur. . . . .
Tórshavnar Kommuna
Tórshavnar Kommun gevur eisini LGBT serviðgerð, umfram LGBT-litir á gøtur, hevur Tórshavnar kommuna eisini samtykt eina 3-ára avtalu við LGBT+ Føroyar:
Ár
Stuðul
2025
100.000 kr.
2026
100.000 kr.
2027
100.000 kr.
Talan er um stuðul til pall, ljós, ljóð og trygd í sambandi við Faroe Pride.
Kommunan sigur beinleiðis, at stuðulin varð hækkaður úr 50.000 til 100.000 kr. um árið.
Tað eru tey, ið halda uppá, at LGBT ikki fær servðger / sersømdir.
Hugsi, her er sjón fyri søgn.
Tórshavn tann 05.09.2026
Andrass Skaalum