Nú seinnapartin feldi Løgtingið eitt uppskot frá Sjálvstýri og Tjóðveldi um at hækka orkuískoyti hjá teimum, sum tjena minst.
Men uppskotið fall tí samgongan gjørdi av at atkvøða ímóti tí.
Hetta er tað vanliga, at uppskot frá andstøðuni verða feld, bara tí at tey koma frá andstøðuni - sama hvussu góð tey eru.
Erhard Joensen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, sigur, at í grundini hevur hann ikki so nógv ímóti hesum uppskotinum - men kortini atkvøddi hann ímóti.
Og tað er ein sera einfald orsøk til tað.
– Eg kann bara vera ærligur og siga, at samgongan hevur gjørt av, at vit atkvøða ímóti uppskotinum - hóast vit helst eru fleiri, sum kundi hugsað okkum at atkvøtt fyri, sigur hann.
Hann sigur, at hetta er veikleikin í teirri politisku mentanini vit hava. Vit mugu bara ásanna, at viðhvørt er politiska mentanin sjúk, men tað mugu vit bara góðtaka, tí soleiðis er tað, sigur hann.
Liljan Weihe, tingkvinna fyri Tjóðveldi, heldur, at tey einastu, sum kunnu broyta tað politisku mentanina, eru tingfólkini sjálvi.
Hon vísir á, at á seinasta løgtingsvali vórðu 10 tingfólk nývald, og á næstseinasta vali vóru eisini fleiri nývald.
Sostatt er ein stórur partur av Løgtinginum lutfalsliga nývald, sigur Liljan Weihe, og skal mentan broytast, má tað koma frá teimum sjálvum, og tey einastu, sum kunnu broyta tað, eru tey sjálvi.
Og tað heldur hon tey eiga at virka fyri, tí politiska mentanin verður broytt, tí hon er ikki góð fyri nakran, hvørki fyri Løgtingið sjálvt, samfelagið ella fólkaræðið.
Erhard Joensen heldur, at hetta er ein spurningur um, hvørt einstakt tingfólk er sinnað at rinda prísin tað hevur við sær.