Ongi úrslit

Løgreglan ávarar: Falskur politistur roynir at lumpa pengar frá fólki

Løgreglan ávarar beint nú um falskan politist, sum roynir at lumpa pengar frá fólki

Áki Bertholdsen
12 tímar síðan

Løgreglan sigur, at hann ringir serliga til eldri fólk. Tað óhugnaliga er, at hann hevur rættiliga neyvt innlit í kontuflytingar hjá fólki. Løgreglan sigur, at hetta fær hann at ljóða rættiliga álitisvekjandi – men talan er altso um svik, tí tað er ikki politiið, sum ringir.

Maðurin tosar danskt, og hann vil hava fólk at senda sær einar 10.000 krónur, og síðan forðar hann fyri, at kontan ikki verður misbrúkt, so at eingin sleppur at taka pengar út ella taka lán í teirra navni.

Løgreglan sigur, at tað tykist sum, at hetta er skipað, tí líkt er til, at hann ringir til fólk í bókstavarrøð.

Eingin teirra, sum hava meldað tilburðin til løgregluna, hava kortini latið seg lumpað enn.

Mest lisið hesa vikuna

Løgtingskvinna: Hetta er ein óhugnaligur tanki

5. oktober kl. 08:47

Løgreglan mátti fýra ferður eftir sama manni - hann fekk tvær bøtur

4. oktober kl. 12:09

Hesa ferð hevði svikarin ikki eydnuna við sær í Føroyum

4. oktober kl. 09:55

Nú skulu fólk ansa serliga væl eftir at tey ikki verða lumpað

5. oktober kl. 09:37

Hvussu veit Jenis, at Gud hevur sett Netanyahu?

7. oktober kl. 10:50

Tannlæknastova í hálva øld

4. oktober kl. 07:55