Ongi úrslit

Fýra mans fingu bót - ein fyri at rætta løgregluni longutong

Áki Bertholdsen
2 tímar síðan

Løgreglan sigur, at tað hevur verið fitt av fólkii býnum í nátt og tað hevur arbeiðið hjá løgregluni eisini verið merkt av.

Løgreglan sigur, at tilsamans hava fýra mans fingið bót fyri at bróta skilhaldsreglurnar tí teir vóru so ófantaligir og ágangandi í sínum atburði, at tað fór út um mark.

Teir fingu allir 1.500 krónur í bót í part. Tann eini av teimum vildi ikki sissa seg tá ið løgreglan kom at tosa við hann, so hann varð handtikin og tað kostaði honum eina nátt í brummuni.

Ein annar fekk bótina fyri at rætta løgreglufólki longutong, tí tað tíma tey ikki at standa modell til.

Í miðbýnum í Havn ringdu grannar at einum skeinkistaði til løgregluna at melda, at tey spældu so hart, at tey fingu ikki náttarfrið. Tey máttu so skrúva fyri og syrgja fyri, at hurðar og vindeygu vóru afturi.

Og í nátt varð ein bilur steðgaður í Hoyvík. Tá ið løgreglan tosaði við bilføraran, fingu tey illgruna um, at hann var ávirkar. Og tá ið alkometrið so eisini gav útslag, varð hann skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring og blóðroynd varð tikin av honum.

 

Mest lisið hesa vikuna

Yvirskrift: Tað mest ræðandi PISA-talið snýr seg ikki um lesing

9. sepember kl. 06:31

Eftirlit við ferðafólkabátum: Bátur skuldi avstað við ov nógvum ferðafólkum

8. sepember kl. 21:00

Løgreglan ávarar: Falskur politistur roynir at lumpa pengar frá fólki

9. sepember kl. 12:17

Máttu í fjøllini at bjara útlendskum ferðamanni oman á slætt

Í gjár kl. 09:10

Viðhvørt hava vit eina sjúka mentan í Løgtinginum

10. sepember kl. 15:06

Vit geva fólki milliónir í almennum stuðuli - hóast tey ikki hava brúk fyri tí

10. sepember kl. 14:13