Ongi úrslit

Vit geva fólki milliónir í almennum stuðuli - hóast tey ikki hava brúk fyri tí

Tað er galið við teimum stuðulsskipanum, vit hava, heldur løgtingsmaður
Áki Bertholdsen
1 tími síðan

Vit hava ein stóran trupulleika, tá ið vit gera hjálparpakkar og stuðulsskipanir til fólk. Tað sigur Erhard Joensen, tingmaður fyri Sambandsflokkin.

Løgtingið hevur viðgjørt eitt uppskot frá Tjóðveldi og Sjálvstýri um at hækka orkuískoyti hjá teimum, sum eru ringast fyri.

Men tað fall so logandi, tí øll samgongan, og Framsókn, atkvøddi ímóti tí.

Erhard Joensen ásannar, at tað eru ávísir bólkar, sum hava tørv á fíggjarligum stuðuli fyri at tey kunnu klára seg. Orsøkin til at tað er brúk fyri uppskotum sum hetta, er, at vit taka ov nógv í skatti frá teimum.

Men okkara skattaskipan er soleiðis, at tað er ringt at gera eina skipan, har tey fáa ein stóran skattalætta, tí tað er altíð so, at tey, sum tjena minst, fáa minst í skattalætta og tey, sum tjena mest, fáa mest í skattalætta.

Tí er einasti máti at føra sosialpolitikk at leggja uppskot sum hetta fyri Løgtingið.

Men tann heilt stóri trupulleikin er, at vit sósa miðalklassan og yvirklassan upp í tær stuðulsskipanir og vælferðarskipanir sum eru.

Tað er eingin grund til, at eisini tey skulu fáa almennan stuðul til elbilar, hitapumpur, brillur og hoyriapparat, og so framvegis.

– Tað er skeivt, men vit finna ikki út av at broyta tær. Men endamálið er altíð at vit skulu hava skipanir, sum eru einfaldar at umsita. Men prísurin er, at tær eru eisini galdand fyri miðalklassan og yvirklassan, men tey, sum av álvara hava brúk fyri tí sita eftir við lítlum og ongum.

Hóast hann - fyri so vítt- tekur undir við uppskotinum, atkvøddi hann ímóti tí. Um eina løtu greiða vit frá hví han gjørdi tað.

Mest lisið hesa vikuna

ES-tinglimir hótta Føroyar við stuðli vegna grindadráp

3. sepember kl. 18:05

Deyðiligur vandi á gongubreytini

5. sepember kl. 17:45

Yvirskrift: Tað mest ræðandi PISA-talið snýr seg ikki um lesing

Í gjár kl. 06:31

Eftirlit við ferðafólkabátum: Bátur skuldi avstað við ov nógvum ferðafólkum

Í gjár kl. 21:00

LGBT – SERVIÐGERÐ ?

5. sepember kl. 20:34

Løgreglan ávarar: Falskur politistur roynir at lumpa pengar frá fólki

Í gjár kl. 12:17