Ongi úrslit

Álvarsligir trygdarveikleikar: 2.674 tól hjá tí almenna dagførd eftir einari nátt

KT landsins hevur dagført 2.674 tól á Landsneti og Skúlaneti eftir ávaring um álvarsligar trygdarveikleikar. Arbeiðið varð avgreitt eftir einari nátt.

© Gjaldstovan.
2.674 tól dagførd eftir einari nátt: KT landsins hevur rættað álvarsligar trygdarveikleikar í netútgerð á Landsneti og Skúlaneti. Arbeiðið varð avgreitt, uttan at stovnar og skúlar merktu nakað til tað.
Edmund Jacobsen
58 minuttir síðan

Álvarsligir trygdarveikleikar í netútgerð fingu í farnu viku KT landsins at seta eina umfatandi trygdardagføring í verk. Tilsamans 2.674 tól á Landsneti og Skúlaneti vórðu dagførd eftir ávaring frá tøknifyritøkuni Fortinet.

Alt arbeiðið varð avgreitt eftir einari nátt, uttan at almennir stovnar og skúlar merktu nakað til tað.

Felags útgerð gjørdi munin

Sambært Gjaldstovuni var tað avgerandi, at netútgerðin á Landsneti og Skúlaneti er vorðin standardiserað.

– At vit kundu dagføra 2.674 tól eftir einari nátt, hevði ikki latið seg gjørt, um vit ikki høvdu standardiserað netútgerðina. Við fleiri framleiðarum, nógvum ymiskum modellum og verri yvirliti hevði uppgávan verið munandi truplari, sigur Birgir av Steinum, deildarstjóri fyri KT landsins.

Seinastu árini hevur KT landsins saman við veitaranum, stovnum og skúlum skift gomlu netútgerðina út við nýggja útgerð frá Fortinet.

Fortinet heldur upplýsingum aftur

Trygdardagføringarnar rætta álvarsligar og kritiskar veikleikar, sum Fortinet hevur funnið við nýggjari vitlíkistøkni.

Enn er tó ikki alment greitt, hvørjir veikleikarnir eru.

– Vit vita tí ikki enn nágreiniliga, hvørjar veikleikar dagføringarnar rætta. Fortinet hevur valt at bíða við fullu kunningini, tí upplýsingarnar kunnu hjálpa áleyparum at finna og misnýta veikleikarnar í útgerð, sum enn ikki er dagførd, sigur Birgir av Steinum.

Fortinet mælir kundum til at dagføra útgerðina skjótast gjørligt og raðfesta útgerð, sum er vend móti internetinum.

Fullu trygdarfrágreiðingarnar verða eftir ætlan almannakunngjørdar 10. november.

Mest lisið hesa vikuna

Nú følir hann seg noyddan at gera vart við seg

22. oktober kl. 13:22

Kunnu spara 190 milliónir um árið - næstan uttan at nakar uppdagar tað

23. oktober kl. 12:08

Her eru pengarnir, tú leitar eftir, Eyðdis

22. oktober kl. 19:06

Amerikanskur serfrøðingur: Trump skal keypa Føroyar leysar frá Danmark

25. oktober kl. 04:11

Tað verður aftur illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:07

Viljormur hevði fleiri møguleikar at velja í

24. oktober kl. 13:30