Ongi úrslit

Álvarsom KT-hóttan: Føroyskar heimasíður tiknar av netinum

Álvarsamir trygdarveikleikar í PHP-tøknini fingu Nema at taka heimasíður av netinum. Elektron hevur eisini dagført sínar skipanir fyri at verja tær.

© Rob Wingate / Unsplash.
Trygdin varð sett fremst. Nema tók heimasíður av netinum, meðan álvarsamir veikleikar í PHP vórðu rættaðir. Fyritøkan hevur eingi tekin um, at óviðkomandi hava fingið atgongd til skipanirnar. Myndin er tilvildarlig.
Edmund Jacobsen
1 tími síðan

Álvarsamir trygdarveikleikar í forritanarmálinum PHP hava seinastu vikuna fingið føroyskar KT-veitarar at seta serlig trygdartiltøk í verk. 

KT-fyritøkan Nema tók fleiri heimasíður og skipanir av netinum fyri at fyribyrgja møguligum álopum.

Allar tænasturnar eru nú tøkar aftur, og sambært Nema eru eingi tekin um, at óviðkomandi hava fingið atgongd til skipanir, sum fyritøkan hevur rakstrarábyrgd av.

Tóku heimasíður av netinum

Rói B. Poulsen, tekniskur stjóri hjá Nema, sigur, at álvarsomu veikleikarnir, sum vórðu almannakunngjørdir í farnu viku, kravdu skjót tiltøk.

– Tá veikleikarnir vóru almannakunngjørdir, tóku vit ávirkaðar skipanir og heimasíður, sum vit hava rakstrarábyrgd av, fyribils av netinum og fóru beinanvegin undir neyðugar trygdardagføringar. Allar hesar tænasturnar eru nú tøkar aftur, sigur hann.

Hann leggur dent á, at tað ikki merkir, at ein heimasíða hevur verið fyri innbroti, tí hon hevur verið óatkomulig.

– At ein heimasíða hevur verið óatkomulig, merkir tí ikki, at hon hevur verið fyri innbroti. Tvørturímóti kann niðurtíðin vera ein avleiðing av fyribyrgjandi trygdartiltøkum, sigur hann.

Elektron hevur dagført sínar skipanir

Hjá Elektron eru tær fáu skipanirnar, sum nýta PHP, dagførdar.

Ulla Joensen, stjóri í Elektron og forkvinna í KT-Felagnum, upplýsir, at fyritøkan eisini hevur aðrar trygdarskipanir, sum verja ímóti álopum.

– Umframt at patcha hava vit aðrar verjur, sum verja ímóti hesum, t.d. FortiWeb (WAF) og SentinelOne, sigur hon.

Hon vísir samstundis á, at nógvar føroyskar heimasíður nýta PHP.

Ólavur Ellefsen, nevndarlimur í KT-Felagnum, sigur í stuttari viðmerking, at hann ikki væntar, at støðan í Føroyum er stórt øðrvísi enn aðrastaðni.

Nema ávarar føroyskar fyritøkur

Rói B. Poulsen ávarar um, at álvarsamir trygdarveikleikar kunnu verða misnýttir stutt eftir, at teir verða almannakunngjørdir.

Tí er umráðandi, at fyritøkur hava greiðar mannagongdir og kunnu seta neyðug trygdartiltøk í verk uttan drál.

– Okkara áheitan til føroyskar fyritøkur er at gera KT-trygd til eina leiðsluábyrgd, sigur hann.

Sambært Nema er tað avgerandi, at leiðslan veit, hvør hevur ábyrgdina av trygdini, hvussu skipanir verða dagførdar, og hvat skal gerast, tá álvarsamar trygdarhóttanir taka seg upp.

Mest lisið hesa vikuna

Nú følir hann seg noyddan at gera vart við seg

22. oktober kl. 13:22

Nú er nýggjur stjóri settur

20. oktober kl. 23:20

Kunnu spara 190 milliónir um árið - næstan uttan at nakar uppdagar tað

23. oktober kl. 12:08

Her eru pengarnir, tú leitar eftir, Eyðdis

22. oktober kl. 19:06

Amerikanskur serfrøðingur: Trump skal keypa Føroyar leysar frá Danmark

Í gjár kl. 04:11

Hetta er als ikki gott nokk: Hvussu skulu vit klára jólini?

20. oktober kl. 09:40