Ongi úrslit

Alvorligur stígur komin í ætlanina at geva øllum nógv betri internet

Áki Bertholdsen
7 tímar síðan

Fyri fimm árum síðani hevði Føroya Tele ta glæsiliga mál at leggja fipurkaðal í hvørt hús í landinum. Endamálið var at geva øllum føroyingum eitt nógv skjótari, nógv tryggari og nógv meiri álítandi internet enn vit hava havt.

Men síðani hevur tað ikki gingið sum ætlað, og nú hevur Føroya Tele mest sum lagt ætlanina á hyllina - í hvussu so er í nærmastu framtíð.

Bill Justinussen, løgtingmaður fyri Fólkaflokkin, hevur spurt landsstýrismannin á økinum, Aksel V. Johannesen, hvussu tað gongur við ætlanini at leggja fipurkaðal í hvørt hús í landinum.

Landsstýrismaðurin sigur frá Føroya Tele, at ætlanin ikki er slept, men at hon er »tillagað fyri at fáa fíggjarliga skilabestu loysnina«, sum tey málbera seg.

Higartil hevur Føroya Tele grivið 10.900 rørleiðingar til húski og fyritøkur. Umleið 6.000 fipursambond eru virkin í løtuni og 4.900 eru ikki sett til enn.

Av tí sama verður ikki stórvegis meiri grivið fyribils tí graviarbeiðið er komið væl longri enn arbeiðið at binda kundar í fipurnetið.

Í løtuni verður bara grivið fyri kaðalum í sambandi við nýggjar útstykkingar og vinnuøki, ella tá ið aðrar verkætlanir eru í gongd, og grevsturin kann verða samskipaður við arbeiðið hjá kommunum ella øðrum.

Enn mangla tey at grava rørleiðingar til umleið 10.000 húski og fyritøkur í landinum.

Føroya Tele sigur, at kostnaðurin av at leggja fipurkaðalar hevur verið hægri enn upprunaliga mett. Upprunaliga varð mett, at miðalkostnaðurin fór at vera undir 20.000 krónur fyri hvørt húski.

Men tað er blivið nógv dýrari og nú nærkast kostnaðurin 30.000 krónur fyri hvørt húski og tí verður øll ætlanin endurskoðað.

Tey siga, at nú leggja tey dent á at fáa gagn av íløguni, sum er gjørd. Sostatt verða brúka tey orkuna upp á at binda tey í, har tað er grivið og har tað er klárt at binda í.

Samstundis er ætlanin at taka koparnetið tikið niður, har tað ber til, fyri ikki at hava tvey net at halda, sigur Føroya Tele.

Føroya Tele skal nú taka støðu til, hvussu graviarbeiðið verður lagt til rættis frameftir. Og tað verður gjørt út frá fíggjarligum raðfestingum, kostnaði, tøkari arbeiðsorku - og eftirspurningi eftir fipursambandi.

Eftirspurningurin eftir fipurneti er heldur ikki so stórur, sum tey høvdu væntað og tí gongur arbeiðið at fáa fipurnetið virkið hjá kundunum, eisini seinni enn tey høvdu ætlað.

Ein orsøk er, at kundar halda, at internetið tey longu hava, nøktar teirra tørv og tí biðja teir ikki um at fáa fipurnet.

– Tað hevur verið neyðugt at tillaga verkætlanina, tí umstøðurnar eru broyttar, sammett við metingarnar og útlitini í upprunaligu verkætlanini, sigur Føroya Tele.

Sostatt er óvist, hvussu arbeiðið verður lagt til rættis framyvir.

Mest lisið hesa vikuna

Ávara ímóti einum slagi av nudlum

Í gjár kl. 10:25

Teitur Skoubo dømdur fyri einfaldan harðskap

5 tímar síðan

Sera lítil vandi fyri at smittan kemur til Føroya

5. juni kl. 19:25

Tað er merkiligt sum tit eysturoyingar duga væl at flúgva undir radaranum

6. juni kl. 18:09

Hálvvaksnir dreingir stjólu fleiri fløskur

6. juni kl. 09:23

Fleiri túrar um Nólsoyarfjørð

20 tímar síðan