Ongi úrslit

Amerikanski sendiharrin: Føroyar eru avgerandi fyri trygdina í Norðuratlantshavi

Amerikanski sendiharrin metir, at Føroyar hava ein avgerandi strategiskan leiklut í Norðuratlantshavi. Nýggi radarin á Sornfelli skal styrkja støðumyndina hjá NATO.

© Edmund Jacobsen
Í einari nýggjari samrøðu við Dimmalætting sigur Howery, at trygdin kring Føroyar og í Norðuratlantshavi hevur høga raðfesting hjá NATO.
Edmund Jacobsen
1. sepember kl. 13:45

Amerikanski sendiharrin í danska kongaríkinum, Kenneth A. Howery, heldur, at Føroyar hava ein sera avgerandi leiklut í trygdini í Norðuratlantshavi. Serliga strategiska staðsetingin hjá Føroyum ger oyggjarnar týðandi í eftirlitinum við russiskum kavbátum, sum hava kós suður í Atlantshavið.

Føroyar hava eina strategiska lykilstøðu

Í einari nýggjari samrøðu við Dimmalætting sigur Howery, at trygdin kring Føroyar og í Norðuratlantshavi hevur høga raðfesting hjá NATO. Hann vísir eisini á samstarvið við Vørn og nevnir møguleikan fyri, at amerikansk herskip aftur kunnu vitja í Føroyum.

– Føroyar liggja strategiskt sera væl, tá ið ræður um at hava eftirlit við russiskum kavbátum, sum hava kós longur suður út í Atlantshavið. Alt hetta hevur sera høga raðfesting í NATO, sigur Kenneth A. Howery.

Radarin á Sornfelli skal geva betri støðumynd

Sendiharrin hevur sjálvur vitjað staðið á Sornfelli. Hann heldur, at staðsetingin er serliga væl egnað til radaran, og fegnast um, at amerikanska verjufyritøkan Lockheed Martin er vald sum veitari.

Sambært Howery fer radarin at bøta um støðumyndina í økinum og vera til gagns fyri Føroyar, USA og NATO sum heild. Hann sigur samstundis, at trygdarstøðan í dag er nøktandi, men at altíð ber til at gera meira. Radarin er tí ein týðandi raðfesting hjá pørtunum.


Les alla samrøðuna við amerikanska sendiharran í nýggjastu útgávuni av Dimmalætting. Blaðið kann keypast kring alt landið, og kann eisini lesast á heimasíðuni (krevur hald).

Mest lisið hesa vikuna

Kanna eitt mál um haturstalu ímóti samkyndum

11. oktober kl. 09:14

Landsstýrið hevur ferðast fyri 3,4 milliónir upp á eitt hálvt ár

Í gjár kl. 08:42

Suðuroyartunnilin skal vera ótrúliga dýrur áðrenn tað ikki loysir seg

10. oktober kl. 10:59

Biður Jacob Vestergaard sláa kalt vatn í blóðið - annars fær hann krav um endurgjald

10. oktober kl. 15:20

Mín uppliving við heilabløðing og ein áheitan á Løgtingið

11. oktober kl. 17:59

Vegurin avbyrgur av stórari skriðu

Í gjár kl. 11:54