Ongi úrslit

Andy Burnham tekur sæti í Downing Street

Lovar støðufesti eftir politiskan ófrið

Jóhanna Højgaard
17 tímar síðan

Við stórum lógvabrestum kom Andy Burnham í morgun til Downing Street 10 sum nýggjur forsætisráðharri í Bretlandi.

Hann yvirtekur starvið við einum lyfti um at skapa støðufesti og eina nýggja politiska kós eftir fleiri ár við nógvum stjórnarskiftum.

Í fyrstu røðu síni uttan fyri forsætisráðharra-bústaðin segði Burnham, at hann er tilvitaður um ringu støðuna, sum hevur merkt bretskan politikk seinastu árini.

-Eg eri sera tilvitaður um, at eg eri sætti forsætisráðharrin, sum gongur upp eftir hesi gøtuni í tíggju ár. Og at eg eri tann sjeyndi forsætisráðharrin síðani 2016, segði hann.

Hann lovaði, at hansara ættarlið av politikarum skal gera tað betur, og skulu skapa eina aðra leið at leiða landið, enn tær stjórnirnar hann tekur yvir eftir.

Burnham kemur frá starvinum sum borgarstjóri í Greater Manchester, har hann serliga hevur arbeitt við sosialum avbjóðingum, heilsu og størri sjálvræði til lokalsamfeløg.

Nú vil hann taka hesar royndir við sær inn í landsins leiðslu.

Ein av fyrstu raðfestingunum hjá honum verður at stríðast móti heimloysi.

Samstundis hevur hann boðað frá eini 10 ára ætlan fyri Bretland við denti á millum annað búskap, heilsu, útbúgving og bústaðir.

Við komu síni til Downing Street roynir Andy Burnham at byrja eitt nýtt tíðarskeið fyri Bretland, og at endurbyggja álitið á politisku leiðsluna í landinum.

Mest lisið hesa vikuna

Órímiligt at fólk skulu rinda fyri meiri enn tey eiga

17. juli kl. 09:59

Grát mín elskaði býur

20 tímar síðan

Pride-vikan byrjaði í Havn: Ælabogavegurin málaður av nýggjum í Steinatúni

Í gjár kl. 21:30

Legg hornið á um Laura Bech ringjur

16. juli kl. 12:38

Fór á sjúkrahús eftir arbeiðsóhapp í Vágum

15. juli kl. 06:57

Stórur eldur í sethúsum í Sørvági

18. juli kl. 12:00