Ongi úrslit

Apple stevnir OpenAI: Skuldsetir felagið fyri at hava stolið loyniligar upplýsingar

Apple heldur, at OpenAI og tvey av teirra starvsfólkum hava stolið upplýsingar um nýggja og enn loyniliga tøkni og komandi vørur.

© David Klein / Unsplash
Høvuðsskrivstovan hjá Apple í Cupertino, Kalifornia.
Edmund Jacobsen
12. juli kl. 09:30

Apple hevur stevnt OpenAI og tveimum starvsfólkum hjá felagnum. Tøknirisin skuldsetir OpenAI fyri at hava stolið loyniligar upplýsingar um komandi vørur, framleiðsluhættir og tøkni.

Málið er lagt fyri ein føderalan dómstól í Kalifornia. Sambært Apple hevur OpenAI brúkt núverandi og fyrrverandi starvsfólk hjá Apple til at fáa fatur á loyniligum sniðtekningum og innanhýsis vitan.

Skuldsetir leiðsluna

Apple heldur, at framferðin er partur av einum mynstri, sum ovasta leiðslan hjá OpenAI hevur góðtikið. Í stevningini verða millum aðrar Tang Tan og Chang Liu nevndir. Báðir hava áður starvast hjá Apple.

Teir verða skuldsettir fyri at hava fingið fatur á vinnuloyndarmálum og eggjað øðrum starvsfólkum til at fremja líknandi lógarbrot

OpenAI vísir skuldsetingunum aftur

OpenAI vísir skuldsetingunum aftur og sigur, at felagið ongan áhuga hevur í vinnuloyndarmálum hjá øðrum fyritøkum.

Apple krevur, at OpenAI letur allar loyniligu upplýsingarnar aftur. Apple krevur eisini endurgjald ella nýtslugjald fyri upplýsingar, sum kunnu vera misnýttar.

Mest lisið hesa vikuna

Yvirskrift: Tað mest ræðandi PISA-talið snýr seg ikki um lesing

9. sepember kl. 06:31

Máttu í fjøllini at bjarga útlendskum ferðamanni oman á slætt

12. sepember kl. 09:10

Danmark fyrireikar kirkjuna til stórkríggj: Kann fáa upp í 20 fallnar hermenn um dagin

13. sepember kl. 15:00

Løgreglan ávarar: Falskur politistur roynir at lumpa pengar frá fólki

9. sepember kl. 12:17

Hví sigur Landsbankin ikki alla søguna?

17 tímar síðan

Viðhvørt hava vit eina sjúka mentan í Løgtinginum

10. sepember kl. 15:06