Ongi úrslit

Syrgilig vanlukka í Klaksvík: 14 ára gamal lat lív

Ein 14 ára gamal tannáringur doyði í einari ferðsluvanlukku við tyrlupallin í Klaksvík seinnapartin.

© Savnsmynd.
Ein 14 ára gamal tannáringur lat seinnapartin lív í einari ferðsluvanlukku í Klaksvík.
Edmund Jacobsen
3 tímar síðan

Ein 14 ára gamal tannáringur lat seinnapartin lív í einari ferðsluvanlukku í Klaksvík. Vanlukkan hendi, tá ið ein motorsúkkla fór út av vegnum við tyrlupallin.

Løgreglan fekk fráboðan um vanlukkuna klokkan 16.22. Tey avvarandi hava fingið boð.

Løgreglan hevur enn ikki upplýst, um fleiri fólk vóru við í vanlukkuni, ella um tann 14 ára gamli sjálvur koyrdi motorsúkkluna.

Enn er tí ógreitt, hvussu vanlukkan hendi. Løgreglan kannar málið.

Vaktleiðarin á politistøðini í Havn hevur upplýst, at løgreglan enn hevur fáar upplýsingar um vanlukkuna. 

Málið verður framvegis kannað og lýst nærri.

Mest lisið hesa vikuna

Syrgilig vanlukka í Klaksvík: 14 ára gamal lat lív

3 tímar síðan

Hví sigur Landsbankin ikki alla søguna?

15. sepember kl. 12:09

Máttu í fjøllini at bjarga útlendskum ferðamanni oman á slætt

12. sepember kl. 09:10

Danmark fyrireikar kirkjuna til stórkríggj: Kann fáa upp í 20 fallnar hermenn um dagin

13. sepember kl. 15:00

Løgreglan vil tosa við bilførara sum elvdi til óhapp

14. sepember kl. 09:44

Fyrsta fjarstýrda skurðviðgerð av sjúklingi í Føroyum framd

16. sepember kl. 13:11