Ongi úrslit

Elsebeth: – Eg harmist um mistakið

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, tingkvinna
1 tími síðan

Gott kvøld, tit øll

Nú eru rættiliga nógv, sum hava skrivað til mín og spurt, um tað passar, at eg havi parkerað á einum parkeringsplássi fyri rørslutarnað.

 

Svarið er nei. Talan var um eitt privat parkeringspláss. Men har skuldi eg sjálvandi heldur ikki havt parkerað.

 

Var tað við vilja? Nei. Hevði eg sæð skeltið, hevði eg sjálvandi ikki parkerað har. Ein bilur stóð soleiðis fyri, at eg tíverri ikki legði merki til skeltið.

Eg vil eisini gera greitt, nú tað hevur verið nevnt, at ongastaðni stóð, at talan var um eitt parkeringspláss fyri rørslutarnað.

Men tað broytir ikki upp á, at eg gjørdi eitt mistak.

 

Sjálvandi skal eg ikki parkera á privata parkeringsplássinum hjá Hans Holm.

 

Tá Hans kom inn í Smæruna og spurdi, hvør hevði parkerað á plássinum hjá sær, reisti eg meg beinanvegin og fór út at kanna, um tað var mín bilur. Og tað var tað.

Eg harmist mistakið. Tíbetur endaði tað væl. Hans og eg fingu eitt gott prát uttanfyri, og hann segði, at vit kundu avtala at bilurin bleiv standadi til tiltakið var liðugt.

Enn einaferð – eg harmist um mistakið.

 

Havið øll eitt gott kvøld ella góða nátt!

 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Mest lisið hesa vikuna

Hví sigur Landsbankin ikki alla søguna?

15. sepember kl. 12:09

Máttu í fjøllini at bjarga útlendskum ferðamanni oman á slætt

12. sepember kl. 09:10

Danmark fyrireikar kirkjuna til stórkríggj: Kann fáa upp í 20 fallnar hermenn um dagin

13. sepember kl. 15:00

Løgreglan vil tosa við bilførara sum elvdi til óhapp

14. sepember kl. 09:44

Fyrsta fjarstýrda skurðviðgerð av sjúklingi í Føroyum framd

Í gjár kl. 13:11

Fýra mans fingu bót - ein fyri at rætta løgregluni longutong

13. sepember kl. 09:12