Eitt føroyskt felag skal rinda 14 milliónir krónur í skatti eftir at hava selt veiðirættindi fyri 28 milliónir krónur.
Føroya Kærustovnur hevur staðfest avgerðina hjá TAKS um at hækka skattskyldugu inntøkuna hjá felagnum av søluvinninginum til 28 milliónir krónur. Tað merkir, at felagið skal rinda 14 milliónir krónur í skatti, svarandi til 50 prosent av søluvinninginum.
Felagið kærdi avgerðina og gjørdi galdandi, at sølan ikki skuldi skattast, tí veiðirættindini eftir fatan felagsins komu undir eitt undantak í lógini.
Byrjaðu sum menningarkvota
Veiðirættindini vóru upprunaliga latin felagnum sum menningarkvota. Síðani vórðu tey løgd um til egnar árskvotur og við loyvi frá Vørn løgd á eitt skip í bólki 5 sambært lógini um sjófeingi.
Føroya Kærustovnur metir tó ikki, at rættindini tí koma undir undantakið í lógini fyri veiðirættindi hjá skipum í bólkunum 4 og 5.
Landsrætturin hevur longu tikið støðu
Føroya Kærustovnur vísir til ein dóm hjá Føroya Rætti frá juli 2024, sum Landsrætturin staðfesti í mars 2025.
Landsrætturin staðfesti, at undantakið fyri veiðirættindi hjá skipum í bólkunum 4 og 5 ikki fevnir um eina pelagiska fiskikvotu, sum upprunaliga varð latin einum felagi sum menningarkvota, hóast hon seinni varð løgd á fiskifar í einum av hesum bólkum.
Sambært Føroya Kærustovni er einki í hesum málinum, sum avgerandi víkir frá málinum, ið Landsrætturin tók støðu til. Tí verður avgerðin hjá TAKS staðfest.