Verkafólk skriva á Facebook, at sambært arbeiðarafeløgunum hækkar grundlønin í 2026 úr 161,79 krónum upp í 165,96 krónur um tíman. Í 2027 hækkar hon aftur til 171,94 krónur.
Feløgini vísa á, at serliga starvsaldursviðbøturnar eru nógv betraðar. Viðbøturnar fyri seks, átta, tíggju og ellivu ára starvsaldur hækka í 2026 til ávikavist 6, 8, 10 og 12 prosent.
Trivalig lønarhækking
Arbeiðarafeløgini siga, at lønarhækkingin verður serliga stór hjá teimum, sum hava verið leingi í arbeiði.
– Fyri okkara fólk, sum hava starvast nøkur ár, er hækkingin trivalig – góðar 18 krónur um tíman fyri tey við hægsta starvsaldri yvir tvey ár, siga forfólkini í arbeiðarafeløgunum.
Sambært semjuni verður grundlønarhækkingin knappar 1.800 krónur um mánaðin yvir tvey ár hjá teimum, sum arbeiða fulla tíð. Fyri tey við hægsta starvsaldri verður hækkingin knappar 3.200 krónur um mánaðin.
Eftirløn og frídagar betraðir
Eftirlønin í høvuðssáttmálanum hækkar eisini við 0,5 prosentstigum til 12,5 prosent.
Samstundis eru nýggir frídagar komnir í sáttmálarnar. Í Havn verður 1. november hálvur frídagur, meðan Ólavsøkuaftan verður frídagur hjá feløgunum uttanfyri Havnina.
– Fyri okkum uttanfyri Havnina er gott at hava fingið ólavsøkuaftan við sum frídag, tí hetta er tjóðarhøgtíðin fyri okkum øll, sigur Jastrid W. Niclasen, forkvinna í Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag.
Betri trygging undir sjúku og arbeiðsskaða
Semjan gevur eisini betri rættindi undir sjúku og arbeiðsskaða.
Fyri fólk undir fastlønarsáttmálanum rindar arbeiðsgevarin nú munin millum løn og dagpening í tríggjar mánaðir í staðin fyri tveir.
Tíðarskeiðið, har arbeiðsgevarin hevur gjaldsskyldu eftir arbeiðsskaða, er harumframt longt úr 12 upp í 18 mánaðir.
Forfólkini siga, at semjan betrar fleiri grundleggjandi viðurskifti hjá limunum, og at nærri kunning um sáttmálarnar kemur komandi dagarnar.